Tað verður bara kappast um næstfremsta plássið

10 mannafør: Eysturoyingur var enn eina ferð sannførandi, og havnarmenn tykjast hava tapt fyri vestmenningum í kappingini um næstfremsta plássið

Tað verður til endurtøku omaná endurtøku, tá tað skal sigast frá gongdini í kappingini millum tíggjumannafør. At brúka hugtakið kapping er at gera ov nógv av, tí heldur ikki á jóansøku var talan um kapping um fremsta plássið. Eysturoyingurin legði seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og sjálvt um munurin ikki alla tíðina var eins stórur, so var tað ongantíð nakar sum helst ivi um, at Eysturoyingurin fór at vinna triðja FM róðurin í ár, og at báturin, sum fyri fyrstu ferð luttók í fjør, fór at vinna níggjunda róðurin út av níggju, sum hann hevur luttikið í.

Eysturoyingar rógva ikki seigan, men teir eru heldur ikki títtir alla tíðina. Stutt úr málinum tóku teir aftur hesa ferð eini tjúgu spurttøk, so báturin fór uppaftur meiri upp í ferð. Hetta varð ikki gjørt, tí teir á nakran hátt kendu seg hóttar, men spurturin staðfesti, hvussu sannførandi teir eru, og tað ber væl til at ímynda sær, at fullkomna yvirvágin hjá vinnarabátinum ger, at álitið hjá hinum á, at tað skal bera til at taka fjarbúgvarnar, svinnur burtur í einki.

Komandi leygardag í Fuglafirði verður aftur róð tvey túsund metrar, og tað man vera lítið at ivast í, at gongdin fer at líkjast henni, sum hevur verið tríggjar tær fyrstu stevnurnar. Í Sandavági annan leygardag og á ólavsøku verður róðrarteinurin bara eitt túsund metrar, og tá fæst at síggja, um nakar av hinum kann hótta Eysturoyingin.


Vestmenningur

er næstbestur

Róðurin á jóansøku bar boð um, at vestmenningar eru teir stinnastu í kappingini um næstfremsta plássið. Frá tí at tað flaggdagin varð farið undir róðrarárið varð roknað við, at Havnarbáturin skuldi verða ein hóttan móti FM vinnarunum í fjør, men tað eydnaðist ikki hjá teimum á norðoyastevnu og á Sundaldagsstevnu, og avrikið hjá Havnarbátinum á jóansøku boðaði frá, at tað skulu broytingar til, um teir skulu vera nøkur hóttan.

Vestmenningar vóru sær sjálvum líkir og høvdu eina eitt sindur trilvandi byrjan, men tá teir høvdu fingið ferð á bátin var skjótt, at teir uttan trupulleikar løgdu Havnarbátin afturum seg, og tað var øðrvísi, enn gongdin var í Hósvík, har vestmenningar og havnarmenn leingi togaðust um næstfremsta plássið.

At havnarmenn so dyggiliga taptu kappingina móti vestmenningum tóktist eina løtu hava við sær, at Havnarbáturin skuldi detta longur aftur í røðini, men í síðsta enda høvdu teir orku til at halda seg á triðja plássinum.

Kjølur luttók fyri fyrstu ferð í ár. Teir royndu at hanga uppií fyrstu løtuna, men teir vóru ikki nóg treystir, Nólsoyingurin megnaði ikki meiri hesa ferð, enn hann hevur megnað á undanfarnu stevnum, og fyri suðuroyingar mundi tað ivaleyst kennast sum eitt sindur av einum vónbroti, at nýggi Suðuroyingurin ikki megnaði at blanda seg í kappingina millum teir næstfremstu: