Tað verður einki náttarlív kring landið fyrr enn eftir nýggjár

Skeinkistøð og matstovur skulu steingja mitt á kvøldið

Tað verður einki náttarlív kring landið tað, ið eftir er av árinum. Tað gjørdi løgmaður greitt á tíðindafundi fyri eini løtu síðani um koronu.

Landsstýrið hevur sett nýggjar reglur í verk nú jólini og nýggjárhaldið stendur fyri durum – og tey byggja ikki bara á tilmæli, men eisini á forboð.

Náttarlívið hevur verið mett at vera ein stórur smittuvandi og tí verður tann regla nú sett í gildi, at restina av árinum skulu matstovur og skeinkistovur lata aftur í seinasta lagi klokkan 22 á kvøldi. Hetta verður eisini galdandi fyri fyrsta vikuskiftið í tí nýggja árinum.

Løgmaður leggur afturat, at hann hevur álit á, at matstovur og skeinkistøð ikki bara fara at skipa fyri tiltøkum fyrr um kvøldið, ella um dagin, har nógv fólk samlast Men ført varð eisini fram, at í roynd og veru merkir hetta helst, at skeinkistøð fara ikki at lata upp yvirhøvur.

Hann staðfestir eisini, at matstovur og skeinkistøð fáa endurgjald úr landskassanum fyri mista inntøku í hesum sambandi.

Í Ferðavinnufelagnum hava tey ávarað ímóti hesum, tí tey hava ført fram fyri myndugleikunum at verður upplatingartíðin avmarkað, kann avleiðingin skjótt verða, at tiltøk verða hildin undir óskipaðum umstøðum. Og samstundis vísa tey eisini á, at gistingarhús og matstovur hava hølir, umstøður og førleika til at skipa fyri tiltøkum har tilmælini frá myndugleikunum verða hildin.

Tey hava eisini mælt til at matstovur og gistingarhús ikki verða koyrd í sama bólk sum skeinkistøð, tí tað halda tey er ein undarlig avgerð.

Tey halda nevnuliga, at tað er sera stórur munur á at fara á barr og at fara á matstovu. Á barr standa fólk ofta uppi, og ofta tætt saman, og á matstovu sita fólk saman sum pør, vinir ella sum familja og njóta ein betri bita. Hesi bæði kunnu ikki blandast saman, tí tað er hvør sítt og skal avgjørt ikki verið fevnt av somu reglugerð, siga tey í Ferðavinnufelagnum.

Tey halda eisini, at tað er ov tíðliga hjá matstovum at lata aftur klokkan 22, tí so fáa tey ikki stundir til at hava tveir borðgangir.