Tað verður eitt strævið vár

Føroya Lærarafelag hevur fyrireikað seg væl, nú aftur farast skal til samráðingarborðið. Bæði arbeiðstíð, umstøður og lønarspurningar eru á skránni, tí sáttmálin varð bert longdur fyribils, tá partar seinast samráddust. Játtanin til fólkaskúlan er ikki hækkað á fíggjarlógini fyri komandi ár

- Í veruleikanum er einki nýtt hent. Vit hava roynt at upplýst tey, ið hava ávirkan á fíggjarlógina og hava annars arbeitt við upplegginum, sum vit ætla at leggja fram til samráðingarnar, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.

Felagið hevur fund 3. januar og seinast tann 15. januar ár 2000 verða samráðingarnar við myndugleikarnar.

Elsa Birgitta Petersen vil enn ikki avdúka, hvat uppleggið hjá felagnum snýr seg um, men hon sigur, at týdningarmest hjá felagnum er at taka upp arbeiðstíðina, tað nýggja innan skúlagátt og ráðleggingina hjá lærarum og skúlaleiðslum.

Játtanin til fólkaskúlan er ikki hækkað á fíggjarlógini komandi ár. Men Lærarafelagið hevur víst á, at nýggja lógin kemur at kosta meira og krevur meira av lærarunum.

- Vit hava víst á, at fáa vit ikki meira tíð, so verður tað ikki gjørt, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag.


Allur sáttmálin

Elsa Birgitta Petersen sigur, at enn kann hon so lítið siga. Felagið hevur fund mánadagin 3. januar. Seinast tann 15. januar byrja samráðingarnar við myndugleikarnar. Hetta stendur í fyribils semjuni.

Men tað er greitt, at allur sáttmálin skal takast upp, tá partarnir sessast við borðið. Talan verður um øll setanarviðurskifti og lønir.

Tá partarnir seinast samráddust, nýttu lærararnir nýggja verkfallsrættin hjá sáttmálasettum lærarum, sum hóttan. Tá endaðu samráðingarnar við fyribils semju og leinging av sáttmálanum. Men nú skal so endalig greiða fáast á viðurskiftunum.

Elsa Birgitta Petersen vil ikki koma inn á einstakar spurningar viðvíkjandi samráðingunum, men hon væntar, at talan verður um eitt strævið vár. Hon nevnir eisini onnur feløg, ið hava fingið lønarhækkan. T.d. sjúkrasystrar, ið fingu umleið 9 %.

Men forkvinnan í Føroya Lærarafelag ger vart við, at hetta jú er tengt at, hvussu langt tíðarskeið sáttmálin fevnir um.