Tað verður helst Jógvan ella Jákup

Okkurt bendir á, at nýggi bispurin fer at eita Jógvan Fríðriksson ella Jákup Reinert Hansen. Um stutta tíð fer kirkjumálaráðið at útskriva bispaval í Føroyum, men longu nú verður gitt, hvør fer at taka við eftir Hans Jacob Joensen, sum fer frá í heyst.

Dimmalætting sigur seg hava fingið at vita frá vælvitandi keldum, at tað verður annaðhvørt Jógvan Fríðriksson, prestur í Sjóvar prestagjaldi, ella Jákup Reinert Hansen, prestur í Sandoyar prestagjaldi, sum verður bispur.

Prestar kunnu ikki søkja ella stilla upp til bispaval, tí tað eru kirkjuráðini, sum innstilla. Bæði Jógvan Fríðriksson og Jákup Reinert Hansen vátta fyri Dimmalætting, at teir fara at játta, verða teir spurdir um innstilling.