Tað verður ikki víð mær sum luttakara!

Eg skilji á lagnum, at summi vilja framhaldandi halda hetta tjakið gangandi, men tað verður so ikki við mær sum luttakara. Tikin á bólið sum eg varð, eins og so nógv onnur, illur, eins og so nógv onnur, viðmerkti eg støðuna, uttan at vita hvat veruliga lág aftan fyri atsóknina í Norra. Tað var skeivt. Eg havi alment biðið um umbering sum er tikin til eftirtektar. Tað er neyðugt at koma víðari.

Vit hava eitt týdningarmikið løgtingsval fyri framman, og flokkurin hevur brúk fyri, at vit standa saman. Vit hava nógv mál upp á hjarta sum flokkur, og valevni hava mál sum tey ynskja viðgjørd, í trá við floksins stevnuskrá.
Eg havi verið virkin í Javnaðarflokkinum yvir 20 ár og havi altíð vart stevnuskránna hjá flokkinum og verið flokkinum trúgvur. Trúvirði hjá flokkinum og hjá mær er enn sterkari við einari fyrigeving, um onkur skuldi ivast í tí. Eg eri framvegis valevni, og eg eri framvegis partur av samgonguni í býráðnum.
Tað er av týdningi, at Javnaðarflokkurin varðveitir sína sterku støðu, serliga í hesum krepputíðum, og tí muga øll, sum vanliga eru ein borgan fyri teimum bleytu virðunum standa saman, enn meira nú enn nakrantíð, tí júst í krepputíðum eru tað oftast tey bleytu virðini, ið verða niðarlaga raðfest, og tað kunnu vit sum flokkur og menniskju ikki góðtaka.
Eg havi sjálvandi nøkur hjartamál, sum eg komi at viðgera, og umrøða, men meginreglan eigur at verða, at tey virðir og tann sosiala stevnuskrá, vit umboða, koma til sín rætt, og sum borga fyri einum rættvísum samfelag.