Tað verður ja

Ein kanning vísir, at 70 prosent av teimum norsku veljarunum vænta, at meiriluti verður fyri norskum limaskapi í ES, tá fólkaatkvøða aftur verður um spurningin. Bara 20 prosent vænta, at svarið verður eisini nei næstu ferð.

Kanningin vísir eisini, veljararnir hjá teimum flokkunum, sum eru ímóti ES-limaskapi, vænta meiriluta fyri limaskapi. Kristiligi Fólkaflokkurin hjá Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra og Sosialistiski Vinstriflokkurin eru ímóti limaskapi í ES, men eftir kanningini vænta flestu veljararnir hjá báðum flokkunum, at svarið næstu ferð verður ja.

Formaðurin í rørsluni Nei til ES, Sigbjørn Gjelsvik, kennir seg kortini ikki ótryggan. Við Aftenposten sigur hann, at seinast vístu summar kanningar eisini meiriluta fyri limaskapi, men tá avtornaði, var meirilutin ímóti at fara upp í ES. Sigbjørn Gjelsvik sigur, at nógv fara at broyta áskoðan, tá tey fáa at vita, hvørjar avleiðingar limaskapurin fær fyri eitt nú landbúnaðin og fiskivinnuna.