Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfararskipum Landsins, sigur, at hóast eingin avtala er fingin í lag um Mykinessiglingina enn, so verður sigling á leiðini frá 1. Mai.
- Tað er altíð ein vandi, tá man skal fylgja lógini um alment útboð, at einki nøktandi tilboð kemur. Í hesum førinum var tað ein spurningur um at lúka krøvini, og tað hevur eisini gjørt tað eitt sindur torført at byrja samráðingar við veitaran, sigur Hilmar Eliasen.
Hann ivast tó ikki í, at ein loysn verður funnin, men kann í løtuni ikki siga, um tað verður verandi veitari ella onkur annar, sum skal røkja Mykinessiglingina í ár.
- Men tað verður heilt víst sigling til Mykinesar í summar.
Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at lýsa tørvin og leggja ætlanirnar fyri samlaða kervið hjá stovninum í summar. Hetta verður væntandi lagt fram í næstu viku.
- Tá kemur ein støðulýsing av virkseminum hjá Strandferðsluni og ein fráboðan um, hvat tænastustøðið vit fara at leggja okkum eftir á øllum leiðum okkara í summar, sigur Hilmar Eliasen.
Hann sigur, at hetta er ein torfør kabal at leggja, tí fleiri skip skulu eftir ætlan í dokk, og tí mugu ymiskar broytingar gerast á onkrum leiðum í styttri tíðarskeið.
- Vit umhugsa eisini møguleikan at leiga onnur skip, men herd krøv til flutning í Føroyum gera tað sera torført, sigur hann.