Tað verður stríggið hjá fiskiflotanum

Christian Julius Jacobsen, sum eigur línuskipið, Morgunstjørnuna, letur ikki illa at. Hann ásannar kortini, at fellir fiskaprísurin uppaftur meira, og fiskiskapurin verður lakari, enn hann er, samstundis sum útreiðslurnar av olju og agni vera verandi høgar, kann væntast, at tað fer at sansa at hjá øllum ísfiskaflotanum

Fiskivinna

Christian Julius Jacobsen, sum júst hevur keypt útróðrarbátin, Fagraklett úr Klaksvík, eigur eisini P/F Múlavík, sum aftur eigur línubátin, Morgunstjørnuna.
Síðan 1984, tá ið hann saman við øðrum var við til at keypa línuskipið, Tummas Nygaard, hevur hann verið aktivur í vinnuni sum skipaeigari, skipari og stýrimaður. Í dag virkar hann sum reiðari og útgerðarmaður.
Christian Julius Jacobsen hevur verið á sjónum í 38 ár.
Í 1993 keyptu hann og Rólant Poulsen Morgunstjørnuna, og seinni keyptu teir eisini garnaskipið, Vesturland.
Fyri einum ári síðan keypti Christian Julius partin hjá Rólanti, soleiðis at hann nú eigur partafelagið einsamallur.
Vesturland er seldur felagnum, Thor í Hósvík.

Klagar ikki

Christian Julius Jacobsen letur ikki illa at gongdini, hóast úrtøkan hjá línubátunum í 2004 var munandi lakari enn í 2005.
- Nei, eg kann ikki lata illa at, soleiðis sum gongdin hjá okkum hevur verið, sigur hann.
Morgunstjørnan var millum stinnastu línuskipini í fjør við einum manningarparti upp á tilsamans 386.000 krónur.
Christian Julius sigur, at skipið fiskaði fyri stívliga 19 miljónir í 2003 og 14,3 miljónir í 2004.
- Sostatt var bruttosølan út við 5 miljónir lakari í fjør enn í fyrraári.
Hann vísir á, at Morgunstjørnan stendur ikki í so nógvum peningi, og tí hevur hann ikki ringar vónir um, at tað framhaldandi fer at bera til at dríva skipið við hampiligum úrsliti.
- Men samstundis, sum fiskiskapurin er vorðin munandi lakari, og prísirnir hava verið fallandi, eru útreiðslurnar til agn og olju nógv øktar.
Christian Julius væntar, at tað verður tungt at fáa endarnar at røkka hjá teimum línubátum, sum seinastuni árini hava gjørt stórar íløgur og tískil standa í lutfalsliga nógvum peningi.
- Eg beri ótta fyri, at soleiðis, sum gongdin hevur verið í fjør, hevur helvtin av línuflotanum lítið og einki yvirskot havt.
Í hesum sambandi vísir hann á, at bruttusølan hjá línuflotanum minkaði við 26% í fjør í mun til árið fyri ? og tað er ikki smávegis.
- Hinvegin hevur línuflotin havt nøkur góð ár, leggur hann dent á.

Torført at spáa

Spurdur, hvussu hann væntar, at hetta árið kemur at roynast hjá línuflotanum, sigur hann:
- Tað er ógjørligt at spáa um hetta árið, tí alt veldst um fiskiskap og fiskaprísir.
Hann heldur, at línuflotin eins og ísfiskavinnan sum heild í løtuni er á einum vegamóti, har ógvuliga torført er at spáa um, hvønn veg tað fer.
- Minkar fiskiskapurin, og fiskaprísirnir ikki koma uppaftur, samstundis sum útreiðslurnar vera verandi høgar, er vandi fyri, at tað kemur at standa á hjá øllum ísfiskaflotanum, sigur Christian Julius Jacobsen.