Løtan tá vit sita við borðið á jólum skal vera fullkomin, tá verður serliga nógv gjørt burturúr at borðreiða eitt vakurt borð.
Tað sum eyðkennir borðið á jólum, er at tú merkir tú beinanvegin at nakað serligt er gjørt burturúr.
– Tú sært, at tann sum hevur borðreitt hevur gjørt sær ómak, og tað merkir tú beinanveg, tú kemur inn, og tú fart hesa vauv kensluna í mun til tað vanliga, tá tú bara blakar matin á borðið, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri í Norðoya kunningarstovu.
Nógv seta arvalutir á borðið soleiðis, at foreldur og onnur sum farin eru, á henda hátt fáa pláss við borðið, tí tað knýta seg nógv minnir at borðreiðingini á jólum.
– Onkursvegna fara vit aftur til, tá vit vóru børn. Eg minnist, hvussu tað sá út hjá ommu míni, og hvussu mamma gjørdi, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann.
Tær fimm sum hava pyntað borð eru Begga Ellingsgaard, Jóhanna á Tjaldrafløtti, Annika Mellemgaard, Anna Mohr fyri handilin EL-IN og starvsfólk úr gávubúðini hjá Annu. Uppgávan hjá teimum var at vísa, hvussu tær pynta borðið á jólum. Borðini kunnu tykjast lík, men tey hava hvør sítt sereyðkenni. Allar hava sína søgu. Tær eru ójavnar í aldri, summar hava arvalutir og eina drúgva familjusøgu sum sæst aftur í borðreiðingini, aðrar eru yngri og har er søgan í ferð við at verða skrivað.
Hugskotið til framsýningina kemur úr Keypmannahavn. Hvørt ár hevur Royal Copenhagen framsýning við jólaborðum, sum listafólk hava prýtt. Theresa Turidardóttir Kreutzmann ferðast hvørt ár at síggja framsýningina.
– Eg havi leingi havt ein dreym um at gera hetta í Føroyum, og tað byrjaði í fjør, tá vit gjørdu eina framsýning við Norðoyastevnuborðum.
Framsýningin á Norðoyastevnu var við 8 borðum, tey lýstu borðbúnaðin úr 30'unum, tá stevnan byrjaði, og áratíggjuni fram til dagin í dag.
– Tað var ordiliga stuttligt at gera tey borðini. Í ár hugsaðu vit at gera eina framsýning til jólar, mær dámar væl at gera framsýningar, sum eru eitt sindur øðrvísi.
Framsýningin lat upp 7. desember, fleiri fólk vóru á gátt í Rótini, og nógv bleiv tosað um hvussu borðreiðast skal á jólum.
– Her var fult av fólki, og tað var stuttligt. Hetta er eitt hugnaligt tiltak at fara til, fólk skulu nógv í desember, men her kanst tú og hugna tær eina løtu og fáa íblástur.
Ætlanin er at framsýningin við skrýddu borðunum skal vera á hvørjum ári, og longu nú eru tey farin at fyrireika framsýningina næsta ár.
Stuttligt at skapa okkurt sum ger gott
Framsýningin er í Rótini, og nýggi skúlabygningurin hóskar væl til slíka framsýning. Theresa Turidardóttir Kreutzmann heldur tað vera týdningarmikið at brúka hølir, sum vanliga ikki eru opin fyri almenninginum. Kunningarstovan hevur skipað fyri konsertum í róðrarneystinum, tiltøkum í Spinnarínum og gamli Klakksvíkshandilin hevur opið, og har verður nógv gjørt burturúr fyri at skapa rætta jólahýrin.
– Øll strongd fer úr kroppinum tá tú kemur í gamla Klakksvíkshandilin. Tú kemur í ein tíðarlumma, hoyrir týskar og danskar jólasangir úr 60unum.
Fleiri túsund fólk hava verið á gátt í gamla Klaksvíkshandlinum, og serliga stuttligt hevur tað verið hjá eldri fólki at síggja lutir sum tey minnast frá barna og ungdómsárunum. Og nógv er gjørt fyri at fáa júst tann rætta tíðarlumman.
– Vit hava leitað um allan heim, nógv er komið úr Englandi og Týsklandi, okkurt er komið longri burtur, tí tað skulu vera røttu lutirnir.
Lutirnir fáast í serstøkum endurnýtsluhandum uttanlands. Gamli Klaksvíkshandilin, við apotekinum á loftinum, er nakað heilt serstakt. Bert tvey apotek av hesum slag eru varðveitt, eitt er í gamla býnum í Aarhus, og hitt er í Klaksvík. Tí kemur fyri, at útlendsk ferðafólk koma bert fyri at síggja handilin.
Jóhanna á Tjaldrafløtti
Jóhanna á Tjaldrafløtti lýsir borðið hjá sær soleiðis.
– Mær dámar sera væl jólahøgtíðina. Tað er so nógv sum hoyrir jólunum til, familjan, hugni, samvera, góður matur, ja ein samanrenning av siðum, sum geva jólunum ein heilt serligan dám. Haldi tað er stuttligt at gera eitt sindur burturúr til høgtíðina. Mær dámar at blanda nýtt og gamalt saman og tað sæst aftur á borðinum.
Jóhanna hevur borðreitt við Musselmalet. Musselmalet stavar frá 1775. Jóhanna keypti stellið fyri 10 árum síðani. Borðbúnaðurin er ein brúðargáva. Silvurskálin og glaskrukkan eru arvalutir, sum Jóhanna hevur arvað frá mammu síni, og hon frá mammu síni.
– Tá eg stákist og pynti til jólar og taki hesi gomlu tingini fram, havi eg altíð tey, ið farin eru við, og tað kennist gott.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
Anna Mohr
– Eg havi dekkað hetta jólaborðið fyri EL-IN, og tankin var at skapa eitt hugnaligt norðurlendskt jólahuglag. Eg valdi at halda stílin einfaldan og reinan við jarðlitum, so pynt og ljós gera sítt, uttan at taka yvir.
Stellið er frá House Doctor hetta gevur borðinum eitt nútímans og stílfult snið, ið gevur íblástur.
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
Annika Mellemgaard
– Jólini fyri okkum er hjartarúm. Vit eru rættiliga nógv sum hittast á jólum, og borðreiðingin skal geva hjartarúm. Vit elska at finna lekkrar serviettar og bond. Okkara borðbúnaður er frá lestrartíðini í Danmark og úr íbúðini hjá okkum í Malmø.
Stellið er bæði gávur og ymiskt tey hava savnað seinastu 15-20 árini.
– Vit elska, tá borðið er jólaligt, serliga við grønum, reyðum og hvítum litum. Og vit keypa grann at koyra á borðið.
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
Begga Ellingsgaard
Offenbach er eitt stell frá Bing og Grøndahl, sum var framleitt til silvurbrúdleypið hjá Christiani kongi tíggjunda og drotning Alexsandrinu.
Stellið er hvítt og elegant við breiðum gullkanti, og mong samla framvegis uppá hetta stellið.
– Mamma var tann fyrsta sum handlaði við postalín frá Bing og Grøndahl í Føroyum. Hon plagdi at borðreiða við Offenhach á jólum. Mamma gekk høgt uppí at borðreiða vakurt. Fyrstu árini eg minnist dekkaði hon borðið við Rosenberg, eitt sera vælumtókt stell, sum bæði mamma og omma áttu. Seinni kom måge-stellið á borðið, sum ikki var minni vælumtókt, og framvegis er tað í dag.
Seinastu árini var tað so Offenbach sum gjørdist hennara jólastell. Áhugin hjá mammu at dekka pent upp kom helst av, at hon arbeiddi sum stovugenta hjá amtmanninum undir krígnum, har vóru nógv fín selskap hildin. Jólaaftan fingu vit dunnu ella gás, sum oftast kom frá skyldfólki í Funningi. Omaná fingu við rís a la mandel. Pápi okkara roykti cigar omaná døgurðan, aftaná dansaðu vit um jólatræið.
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##
##med39##
Gávubúðin hjá Annu
– Hesa tíðina er stuttligt at finna reyða dúkin fram, vakra jólastellið frá Royal Copenhagen og gylta jólaprýðið frá George Jensen. Eitt vakurt borð á jólum verður ofta pyntað við grann og konglum, saman við gyltum prýðið, sum ger borðið klassiskt og hugnaligt.
Kertuljósini geva gleði. Tað týdningarmesta er at prýðingin er hugnalig og vøkur og er gjørd við umsorgan, so at gestirnir merkja jólagleðina, tá teir sessast við vakra borðið.
##med40##
##med41##
##med42##
##med43##
##med44##
##med45##
##med46##
##med47##
##med48##
























































