Tað broytist lítið við troli undir Føroyum

Trý partrolarapør fiska upsa, og eitt par fiskar svartkalva. Tveir trolbátar eru á landleiðini í løtuni.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku.

 

- Trý pør fiska upsa og fáa eisini nakað av hvítum fiski, og tað eina parið fiskar svartkalva. 

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at tvey pør framvegis fiska gulllaks.

 

- Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og kemur inn at landa í næstu viku. Teir eru í bretskum sjógvi.

 

Í løtuni eru bara tveir av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir eru á landleiðini og fáa mest av flatfiski og toski.

 

- Báðir koma inn at landa í vikuni sum kemur. Hinir trolbátarnir liggja allir við bryggju.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Tvey garnaskip fiska havtasku, harav annað skipið hevur brúkiligan fiskiskap á Føroyabanka, verður lagt aftrat.