- Vt hava sett og drigið hvønn dag, síðan vit loystu, og vit eru nøgdir við hendan túrin, soleiðis sum líkindini hava verið, sigur stýrimaðurin á Sandshavinum, Jóhan Hendrik Petersen.

Tað er buldrasligt á havleiðunum

Ísfiskalínuskipið Sandshavið, sum landar í Havn í morgin, hevur 80.000 pund á stívliga níggju setum undir Føroyum.

 

- Vt hava sett og drigið hvønn dag, síðan vit loystu, og vit eru nøgdir við hendan túrin, soleiðis sum líkindini hava verið, sigur stýrimaðurin á Sandshavinum, Jóhan Hendrik Petersen.

Ísfiskalínuskipið Sandshavið landar í Havn í morgin. 

Skipari er Virgar Hentze, og Jóhan Hendrik Petersen er stýrimaður. 

Hetta er fyrsti túrur hjá Sandshavinum í ár, og teir hava fiskað undir Føroyum.

Veðrið hevur fyri tað mesta verið buldrasligt, men teir hava sett og drigið hvønn dag.

 

Sandshavið er eitt sjógott skip, og hóast líkindini hava verið vánalig, hava teir ongan dag ligið bakk á túrinum.

 

Teir hava havt stívliga níggju setur, og nú teir koma inn at landa, hava teir eini 80.000 pund, sum verða løgd upp á Barðinum í Havn. 

- Vt hava sett og drigið hvønn dag, síðan vit loystu, og vit eru nøgdir við hendan túrin, soleiðis sum líkindini hava verið, sigur stýrimaðurin, Jóhan Hendrik Petersen.

 

- Vt hava sett og drigið hvønn dag, síðan vit loystu, og vit eru nøgdir við hendan túrin, soleiðis sum líkindini hava verið, sigur stýrimaðurin á Sandshavinum, Jóhan Hendrik Petersen.