Lesur tú føroyskar bøkur?
- Eg haldi, tað er hugaligt at lesa á egnum móðurmáli - so ja, tað geri eg.
Tað sigur Krista Winther Lognberg.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Beint nú havi eg eina góða føroyska bók liggjandi. Hon kallast "Styrki í stríðnum”.
Krista viðgongur, at hon er ikki nakar lesihestur, sum hon tekur til.
- Men, um ein góð bók fangar meg, dámar mær væl at seta meg við vindeygað í stovuni, hugleiða og lesa.
Hon vísir á, at ein góð bók eftir hennara tykki er ein bók, sum fær hana í djúpar tankar og ger henni gott.
- Henda bókin hevur gjørt mær gott, tí hon minnir meg á vónina og tryggleikan í trúnni, sigur Krista.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Eg eri ikki týpan, sum havi fingið bøkur í jólagávu, men um onkur kennur meg væl, so ber heilt sikkurt til at geva mær eina bók, sum eg kann gleðast um, leggur Krista Winther Lognberg aftrat.