Eldgos, jarðskjálvtar, flýggjan, hungur, tosti og oyðiløgd heim. Hetta er veruleikin fyri fleiri hundraðtúsund fólk í kongolesiska býnum Goma. Hin 22. mai fór eitt stórt eldgos at goysa, og tað hevur merkt tilveruna hjá nógvum lokalum har.
Mitt í rokanum er 33 ára gamla Vár í Dali. Sum partur av altjóða kreppueindini hjá Reyða Krossi í Føroyum er hon farin á staðið fyri at hjálpa teimum neyðstøddu fólkunum.
– Aftaná eldgosið hava fleiri enn 100 jarðskjálvtar verið. Nógv fólk hava mist síni hús, tí tey hvurvu við lavuni ella eru skramblað saman við jarðskjálvtanum. Fleiri eru enntá rýmd úr býnum. Summi koma aftur, og tá síggja tey, at tey hava mist alt, greiðir Vár í Dali frá í telefonsamrøðu úr Kongo.
Les samrøðu við hana í nýggjasta VikuskiftisSosialinum, sum kom út í vikuni.