- Í løtuni er nógv arbeiðir í gongd hjá Vágs kommunu, og hetta sæst týðiliga aftur kring alla bygdina. Fleiri verkætlanir verða framdar samstundis, bæði innan vegagerð, ljósviðurskifti, havnalag og bygningar. Hetta er liður í miðvísa arbeiðnum at betra um infrakervið og fyrireika bygdina til framtíðina.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
- Í síðstu viku varð gjørt klárt til asfaltering á Fossavegi. NET hevur fresað spor í vegin og lagt rør í til fibur, sum fer at tryggja betri talgildar umstøður í framtíðini. Nú verður eisini Vágsvegur frá minnisvaraøkinum og út til rundkoyringina gjørdur klárur.
Víst verður á, at á báðum vegunum skal nakað av asfalti fresast av, áðrenn nýtt asfalt verður lagt, so arbeiðið kann gerast á haldgóðum grundarlagi.
- Parkeringsplássið við Frelsunarherin verður eisini gjørt klárt og verður asfalterað saman við Vágsvegi. Hetta fer at geva eitt betri og meira skipað parkeringsøki í miðbýnum.
Í Vágs kommunu siga tey, at í næstu viku byrjar arbeiðið at gera vognrúmið í dagstovninum, Eikilund. Gamla rúmið verður tikið niður, og síðan verður nýtt bygt uppaftur.
- Hetta er ein neyðug dagføring, sum fer at tryggja betri karmar og longri haldføri hjá bygninginum.
Ein onnur týðandi verkætlan, sum fer í gongd í Vági um ikki so langa tíð, er at gera ein nýggjan pullart á Smyrlakaiini.
- Endamálið er at tryggja, at størri ferðamannaskip kunnu liggja trygt við kai í Vági. Átta ferðamannaskip hava longu boðað frá, at tey koma á vitjan í ár, og tí er umráðandi, at havnarumstøðurnar eru í lagi.
Nú várið stundar til, verður eisini farið undir at fríðka um ymsastaðni í býnum.
- Grønøkir og felagsøkir verða snøggað, so bygdin tekur seg væl út. Serliga verður dentur lagdur á fyrireikingarnar til jóansøka, sum í ár verður hildin í Vági. Tá skal bygdin vera klár til at taka ímóti mongu gestunum, ið koma á vitjan at hátíðarhalda stevnuna saman við vágbingum.
Í Vágs kommunu siga tey, at hetta eru bert nakrar av teimum verkætlanum, sum eru og fara ígongd í næstum.
- Fleiri aðrar ætlanir eru á skránni hjá kommununi, sum vit fara at hoyra meira um seinni.
Samanumtikið er greitt, siga tey í Vágs kommunu í dag, at nógv virksemi er í løtuni.
- Við miðvísum arbeiði verður bygdin dagførd, so hon er væl fyri, bæði til gerandisdagin hjá borgarunum og til tey mongu, ið vitja bygdina.
Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, fegnast um alt virksemið, sum er í gongd í kommununi.
- Hetta er gleðiligt at síggja. Vit arbeiða miðvíst við at betra um umstøðurnar í Vági og fyrireika býin til bæði borgarar og gestir, sigur borgarstjórin við heimasíðuna hjá Vágs kommunu í dag.
##med2##












