Tað eydnaðist Óla Mittún og liðfeløgunum í GOG at vinna dystin á útivølli móti ungarska liðnum, Szeged 37-34. Í steðginum var Szeged á odda 16-15.
Óli var við sjey málum næstbesti málskjúttin hjá GOG.
GOG er nummar fimm í innleiðandi bólki B við 11 stigum.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Szeged-GOG 34-37 (16-15). Í samandráttinum sæst Óli skjóta tvey góð gjøgnumbrotsmál, umframt at leggja upp til mál hjá viðleikarunum:
##med2##











