Dagny Joensen
Vit eru stødd í Norðurlandahúsinum, har Vár Jacobsen og Páll Danielsen hava átikið sær at skipa fyri væl umtóktu føroyakvøldunum í summar.
Páll Danielsen, sjónleikari, og Vár Jacobsen, sum lesur dramaturgi á Universitetinum í Århus, eru serliga fegin um at fáa møguleikan at vera heima við børnunum í tríggjar mánaðir.
Børnini eru seks ára gamla Bára og sonurin Ári, sum er trý ára gamal.
Foreldrini eru 32 ára gomul, og hava frá ungum árum tikist við sjónleik. Páll Danielsen hevur arbeitt í Sjónleikarhúsinum og í Grímu, áðrenn hann fór niður at útbúgva seg til sjónleikara. Fyrstu árini eftir útbúgvingina arbeiddi hann á Århus Teater, og er nú við í yrkisleikbólkinum ?Kaskade³, sum ferðast við barnasjónleiki kring landið í Danmark. Í løtuni spæla tey sjónleikin ?Freka Kragan³.
Frí í vikuskiftinum
- Fyrimunurin við at ferðast við sjónleiki er, at leikararnir fáa høvi at uppliva landið. Annar fyrimunur er at spæla fyri børnum, og so tað, at bert verður spælt í dagtímunum og at tú hevur frí í vikuskiftunum, sigur Páll Danielsen.
Vár Jacobsen hevur síðani 1992 lisið dramaturgi, og nú er bert eftir at skriva høvuðsritgerðina.
Um at hava børn, meðan Vár hevur fingið sær útbúgving, og Páll hevur verið bundin allan sólarringin í sjónleikarhúsinum, sigur Vár, at tað hevur gingið avbera væl, men at kravið er, at ein er støðufastur og dugir at tilrættisleggja sær arbeiðið.
- Fyrimunurin er, at tú ikki nýtist at fara frá húsum við børnunum kl. sjey á morgni. Við hvørt skal eg møta kl. níggju á universitetinum, og aðarar dagar arbeiði eg við sjálvlestri heima, so tað er ein góð kombinatión, sigur Vár Jacobsen.
- Vit hava umframt tað langa súmmarfrítíð, og tá kunnu vit koma heim við børnunum at ferðast, sigur Páll. Hann er júst heimkomin, men børnini hava longu verið heima í 14 dagar, og tað er stórbroyting, sigur Páll Danielsen.
- Vit búgva í miðbýnum í Århus, og tað, at koma til Føroya kennist eins og tá eg sum smágenta í Havn fór á bygd at ferðast. Her er so vælsignað fríðarligt í Havn í mun til har vit búgva, sigur Vár Jacobsen.
- Børnini hoyra ljóðini á øðrvísi hátt her, tí bert eitt ljóð hoyrist í senn. Í Århus er so nógvur larmur har vit búgva, at tú ikki kanst skilja eitt ljóð frá øðrum.
Nýggur heimur
- Ein dagin vit fóru til handils, spurdu børnini, hvat tað var fyri ljóð vit hoyrdu. Vit komu júst framvið einum sethúsum, har ein maður gekk við plenuklippara, sigur Vár Jacbsen og Páll Danielsen leggur aftrat:
- Tað er ótrúligt so nógv børnini eru broytt eftir bert 14 døgum. Nú tosar beiggin um skrukkur og hósnarungar. Heima hjá okkum í Århus tosar hann bert um ?Spiderman³, sum er ein sterkur ævintýrafigurur, sigur Páll.
Um framtíðina, siga tey bæði Vár og Páll, at tey kundu hugsað sær at komið heimaftur at búgva, men at tað verður neyðugt at hava nakað at gera, so familjan kann klára seg.
- Mín ætlan var eftir útbúgvingina, at koma heimaftur at arbeiða. Vit vóru bæði við í ?Glataðu Spælimonnunum³, og eg havi eisini havt nakrar uppgávur í útvarpinum.
- Møguleikarnir at vinna pening eru betri í Danmark. Um tú t.d. ikki ert við í nøkrum leiki í tveir - tríggar mánaðir, so kanst tú breyðføða teg við at gera lýsingar o.a., til næsti leikur byrjar.
- Í Føroyum er nærum bert flakavirkið til at taka. Tað er eisini í lagi, og vit sjónleikarar hava gagn av at royna vanliga arbeiðslívið, men um tað verður gjørt undir trýsti, so fæst einki gagnligt burturúr.
- Tað er munur at fara á flakavirki at arbeiða við einum endamáli innan leikyrkið, ella um tú bert gert tað, tí tað er neyðugt.
Størsta marran
- Eg eri dagdroymari burturav. Størsta marran er, at eg ikki kann breyðføða børnini, sum eg havi sett í heimin, sigur Páll Danielsen, ið kortini viðgongur, at tað liggur nógv á láni, sum hann fegin vildi roynt í Føroyum.T.d. bara tað at sleppa at ?spæla³ á føroyskum. Hóast hann nú er vandur við danska málið, so er tað kortini ikki so náttúrligt sum á móðurmálinum, og tað krevur eisini hópin størri fyrireiking málsliga.
Vár Jacobsen er samd, men hon vil samstundis, at tey skulu hava nakað at koma heim til, um ikki fastar uppgávur, so kortini okkurt at halda um.
- Vit mugu skapa okkum møguleikarnar sjálvi, sigur Vár Jacobsen, sum í síni útbúgving hevur kunnleika at undirvísa á studentaskúla. Dramaturgar hava ofta eisini til uppgávu at verða leiðarar í sjónleikarhúsum. Hennara útbúgving fevnir m.a. um at sundurgreina tekstir, søgu, teknik og ymisk stílsløg, og at arbeiða við sjónleiki.
Sum dømi nevndir Vár Jacobsen, at føroyakvøldini í Norðurlandahúsinum eru sum skræddaraseymað til hennara útbúgving. Uppgávan er at skapa eina framførslu, skipa tilfar og fáa fólk til ymsu uppgávurnar, gera lýsingar og annars alt, sum hevur við eina framførslu at gera.
Páll Danielsen og Vár Jacobsen hava kortini roynt seg í føroysum yrkissjónleiki. Tá tey vóru um 20 ára gomul.
- Vit vóru í 1985/86 við í leikbólkinum ?Gríma³, og vit fingu 5000 krónur um mánðin í løn, men tá leikurin var liðugt spældur, høvdu vit einki at liva fyri, og noyddust at búgva heima hjá foreldrunum.
- Vit fóru til arbeiðis til næsti leikur skuldi framførast, eg í barnagarð og Páll í Timburhandilin. - Tað var eingin framtíð fyri