Tað er stórur ivi um lyklaspælara

Tíggju spælarar hjá EB/Streymi eru darvaðir av skaðum, og hjá Víkingi er tað óvist, um lyklaspælari verður førur fyri at spæla í kvøld

Fyrsti dystur í øðrum umfari í landskappingini í fótbólti verður í kvøld. Dysturin verður í Sarpugerði í Gøtu, tá ið Víkingur fær vitjan av EB/Streymi.

 

Í fyrsta umfari tapti EB/Streymur 4-3 á heimavølli ímóti NSÍ, meðan Víkingur vann 3-2 á útivølli ímóti 07 Vestur.

 

Hjá Víkingi venja Finnur Justinussen og Ari Olsen framvegis fyri at koma fyri seg eftir krossbandsskaðar, sum hildu teimum burtur frá fótbólti nógv tann størsta partin av árinum í fjør.

 

Í Sørvági var Géza Dávid Turi á miðvøllinum hjá Víkingi allan dystin á tamb, hóast hann var illa plágaður av bruna í aðrari stórutáini. Hesa vikuna hevur tað ikki borið Géza Dávid Turi at vant saman við liðfeløgunum, og úr Sarpugerði verður sagt, at tað er rættiliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld. Hann verður roknaður at vera avgerandi lyklaspælari, og tí fer nógv ivaleyst at verða gjørt fyri at pjøssa hann so mikið, at hann verður við frá fyrsta bríksli.

 

Upplagdi avloysarin er Arnbjørn Svensson, sum varð skiftur inn í Sørvági, eftir at hann í nakrar vikur hevði verið á flatlondum í útbúgvingarørindum.

 

Hjá EB/Streymi er skaðalistin so langur, at skaddu spælararnir eru nóg nógvir at manna eitt lið.

 

Umfram teir fýra, sum eru skaddir í høvdinum – Salmundur Bech, Dánjal Godtfred, Andras Ó. Olsen og Boga Reinert-Petersen – eru Mikkjal Hellisá, Ragnar B. Danielsen, Ólavur Niclassen og Sverri Mariusarson so mikið skaddir, at teir eru ikki tøkir at spæla í kvøld.

 

Haraftrat er tað ivasamt, um Tóki H. Johannesen og Hans Pauli í Bø vera tøkir í kvøld.

 

Víkingur – EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 18.00