- Hetta er tíðin, tá fiskurin eigur at vera góður, og tað er hann eisini. Fiskurin er í nógv betri standi nú, enn hann var í seinnu hálvu av 2019 og partvís í 2020, sigur Janus Sørensen.

Tað er væl av fiski at fáa við línu

- Vit hava havt sjey útróðrardagar higartil í ár, og veiðan á 45 stampum hevur ligið millum 6.000 og 10.500 pund, sigur skipari.

- Hetta er tíðin, tá fiskurin eigur at vera góður, og tað er hann eisini. Fiskurin er í nógv betri standi nú, enn hann var í seinnu hálvu av 2019 og partvís í 2020, sigur Janus Sørensen.

Hóast tað av og á hoyrist, at útróðurin er við at doyggja út - ella gerast søga - kring landið, so eru tað altíð nakrir útróðrarmenn, sum fáa tað at bera til. 

 

Ein av hesum óføru útróðrarmonnum er Janus Sørensen á Viðareiði, sum eigur og rekur stálbygda útróðrarbátin, Brand. Báturin hevur ligið í oddinum í sínum bólki í fleiri ár.

 

- Higartil í ár hava vit havt sjey útróðrardagar. Tað hevur viðrað illa í hesum árinum. Í januar í fjør høvdu vit 15 útróðrardagar. Enn eru nakrir dagar eftir av mánaðinum, men veðurútlitini eru ikki góð í løtuni.

 

Tað sigur Janus Sørensen, sum vit skiftu orð við í dag. Hann letur annars hampiliga væl at fiskiskapinum higartil í ár. 

 

- Lakasti túrur hjá okkum hesar fyrstu sjey útróðrardagarnar í ár var hesin seinasti. Tá høvdu vit 6.000 pund á 45 stampum, sum hóast alt gevur næstan 150 pund á stampin.

 

Hann vísir á, at hinar seks dagarnar í árinum hevur fiskiskapurin ligið heilt upp í 10.500 pund á setuna. Fyri tað mesta hevur verið roynt norðan fyri og eystur úr Svínoynni.

 

- Ein lítil triðingur av veiðini hevur verið toskur, og síðan hevur meginparturin av restini verið hýsa. Hýsan hevur verið eitt sindur smáttfallandi, men størri hýsa er eisini uppi í veiðini.

 

Janus Sørensen sigur, at bæði hýsa og toskur eru í góðum standi, og tískil er einki, sum bendir á, at fiskurin ikki fær nóg mikið at eta. 

 

- Hetta er tíðin, tá fiskurin eigur at vera góður, og tað er hann eisini nú. Fiskurin er í nógv betri standi nú, enn hann var í seinnu hálvu av 2019 og partvís í 2020, sigur útróðrarmaðurin.

 

##med2##

 

 

 

 

 

- Hetta er tíðin, tá fiskurin eigur at vera góður, og tað er hann eisini. Fiskurin er í nógv betri standi nú, enn hann var í seinnu hálvu av 2019 og partvís í 2020, sigur Janus Sørensen.

- Lakasti túrur hjá okkum higartil í ár var hesin seinasti, sigur Janus Sørensen.