Tað er ein fólkaræðiligur trupulleiki, at so fáar kvinnur bjóða seg fram í politikki. Tað staðfesti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og formaður í Sambandsflokkinum, á landsfundinum hjá flokkinum um vikuskiftið. Eisini í Sambandsflokkinum hevur tað verið ringt at fáa kvinnur at bjóða seg fram, men nú fara tey undir eitt miðvíst arbeiði fyri at fáa fleiri kvinnur virknar í Sambandsflokkinum. Tí er ein arbeiðsbólkur nú settur við tí endamáli, at fáa fleiri kvinnur at gerast virknar í Sambandsflokkinum
Bárður á Steig Nielsen sigur, at hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki og tí hevur flokkurin roynt at eggja kvinnum at bjóða seg fram. Hann heldur, at tað hevur hjálpt tí Sambandsflokkurin hevði 29 valevni á listanum til seinasta løgtingsval og tíggju av teimum vóru kvinnur. Ein kvinna, Rósa Samuelsen, varð vald og síðani flokkurin kom í landsstýrið, er ein kvinna afturat, Edva Jacobsen, komin á ting. Harumframt er fyrsti varalimur á tingi, eisini kvinna, tað er Eyðdis Hartmann Niclasen, er kvinna.
Eitt endamál við arbeiðsbólkinum er at tryggja, at javnstøða skal vera á listanum til næsta løgtingsval og næsta fólkatingsval. Men yvirhøvur er endamálið at fáa fleiri kvinnur at gerast virknar í Sambandsflokkinum og at fyrireika tær til at taka eitt valstríð á seg.
Tað eru átta kvinnur, sum sita í hesum arbeiðsbólkinum, og tær eru:
Maud Poulsen úr Demokratia
Anna Falkenberg
Eyðdis Hartmann Niclasen
Hanna Ovadóttir
Marin Hentze Gaardlykke
Petrina Berg á Lag
Sunrid Traðará
Bárður á Steig Nielsen sigur, at javnstøðan á valevnislistunum skal tryggjast við upplýsing og eini nátúrligari menning og ikki við at seta kynskvotur á valevnislistarnar. Tað er ímóti míni sannføring at tvinga nakran at stilla upp.
– Eg taki undir við javnstøðu, men tað skal vera ein natúrlig javnstøða, ikki ein javnstøða, sum er ásett við lóg, sigur løgmaður. Men hann leggur afturat, at politsku flokkarnir mugu gera eitt miðvíst arbeiði fyri at fáa fleiri kvinnur upp á politikk.