Tað eru eisini tey sum siga frá

- Vit eru sera fegin um, at bilførarar, sum hava verið óhepnir og hava borið við aðrar bilar, venda sær til okkara og siga frá, sigur løgreglan.

Av og á hoyrist um, at bilar, sum standa parkeraðir, hava fingið onkrar skeinur og bilførarin, sum er orsøkin til hetta, ikki letur við seg koma.

 

Men, løgreglan upplivir ikki so sjáldan júst tað øvuta - at bilførarar, sum eru komnir at bera við parkeraðar bilar, ringja til løgregluna at boða frá.

 

- Ofta siga fólk, at tað nyttar einki at leggja seðil undir viskaran hjá viðkomandi eigara, tí tað kanska er bæði vindur og regn.

 

Vaktleiðarin hjá løgregluni vísir á, at tað er ikki so sjáldan, at fólk ringja og siga, at tey hava verið óheppin, tá tey koyrdu avstað og bóru við annan bil.

 

- Vit eru sera fegin um, at fólk í slíkum føri venda sær til okkara. Oftast spyrja vit, um viðkomandi hevur hug at ringja til eigaran - ella um vit skulu gera tað.

 

Lagt verður aftrat, at tá talan er um smávegis skeinur, sum bilarnir hava fingið, finna bileigararnir oftast út av tingunum sínámillum.

 

- Er talan hinvegin um størri skaðar, verður tað ofta okkara leiklutur at hyggja upp á málið, visti vaktleiðarin at siga í morgun.