- Tað var ordiliga rørandi at koma á mál í París
Tað sigur Hilbert Elisson úr Vestmanna, sum var ein av føroysku súkklarunum á Rynkeby liðnum, sum súkklaði úr Danmark til París, hagar tey komu fríggjadagin.
Endamálið er at savna inn pening til børn við krabbameini, og húski teirra.
Beint eftir at Hilbert Elisson var komin inn á mál, var hann óvfarin av at síggja, hvussu nógv fólk var til staðar, og, hvussu nógv fólk vilja stuðla stríðnum ímóti krabbameini.
- Súkklutúrurin var langir, strævin og krevur nógva venjing, men tað, sum hugtók meg, var at síggja, hvussu nógv fólk vilja vera við í stríðnum ímóti krabbameini.
Eingin veit kanska betri enn hann sjálvur, hvussu tað er at verða raktur av krabbameini tí fyri nøkrum árum síðani fekk sonur hansara, Ási Hilbertsson, krabbamein.
- Tað kom sum snarljós av klárum himli, og gjørdi, at alt lívið hjá familjini kollveltist eftir eini lítlari løtu.
Hann sigur, at í hesum sambandi flutti øll familjan til Danmarkar, har sjúkuviðgerðin var, og har vóru nógvir niðurtúrar og upptúrar.
- Tað kann ikki sigast í orðum, hvussu tað er. Tað má ein merkja á egnum kroppi fyri at fata. Tað er av álvara ein kampur, og tað er lívsins rutsjitúrur, sigur hann.
Ási tapti stríðið ímóti krabbameininum, men pápi hansara sigur, at var ógvuliga lívsglaður, og tók sína lagnu flott.
- Hann var lættur av lyndi og ongantíð negativur og var ein, sum fegin vildi hjálpa øðrum, sum vóru í somu somu.
Á súkkluni hjá Hilbert stóð skrivað, at tað var fyri Ása, og hann sigur, at hann súkklaði fyrst og fremst fyri soninum, og fyri øllum hinum børnunum og familjum teirra.
- Kenslan eg hevði, tá ið eg súkklaði inn í París, kann ikki lýsast í orðum. Har vóru kilometrar av gulum súkklarum – og øll vilja tað sama. Tað var ein kensluborðin løta.
- Onkur tár eru fallin á vegnum, men hetta var ótrúliga stórt, sigur Hilbert Elisson. Hann sigur, at tey, hann hevur súkklað saman við, hava verið ein ótrúliga stórur stuðul, bæði í viðgongd og í mótgongd.
- Onkrar løtur hava verið tungar, men so havi eg hugt niður á súkkluna og sæð navnið á Ása og mint meg sjálvan á, hví eg súkkli, sigur hann.
Hilbert sigur, at tað eru nøkur ár síðani hann frætti um hetta serliga átakið hjá Team Rynkeby, tá ið tey vóru í krabbameinsviðgerð við Ása.
- Tá helt hann, at tað var ørskapur at súkkla til París, og hann væntaði aldrin, at hann fór at klára tað, tí tað er so langt og so krevjandi.
Men í fjør søkti hann so og hann er ógvuliga glaður, at hann var so heppin at sleppa við.
- Hetta er gott fyri likam og sál. Vit kunnu gremja okkum um møði og eymar afturpartar, men tey, vit súkkla fyri, fáa onga hvíld og tað eiga vit ikki at gloyma.
Hesa ferð vóru 32 Rynkebylið við á ferðini. Umframt liðið úr Føroyum, vóru trý lið úr Finnlandi, trý lið úr Noregi, átta lið úr Svøríki, og hini liðini vóru so ymsastaðni úr Danmark.