Tað fer at smildra allan miðbýin sundur

Býráðslimur vónar, at ein ætlan um at loysa parkeringstrupulleikan í Havn, verður koyrd í skrell - og aldrin tikin fram aftur

Nógv uppskot eru um at loysa parkeringstrupulleikan í, men Annika Olsen vónar, at hendan ætlanin ikki ber á mál

Tórshavnar Býráð kann ikki smildra alla ferðsluna í miðbýnum sundur, bara tí at tey vilja hjálpa einum privatmanni við eini verkætlan. Tað heldur Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin. Hon finst hvassliga at ætlanini, sum var frammi herfyri um at gera eitt stórt, privat, parkeringshús mitt í Havnini.

 

Talan skuldi vera um eitt parkeringshús til 150 bilar og ovast skuldi átta takíbúðir, ella penthouse íbúðir, vera. Tað er føroyski ríkmaðurin í Hirtshals, Gullak Madsen, sum ætlar at gera eitt parkeringshús beint við Steinatún, við átta íbúðum á takinum.

 

Les meiri um tað her: Fara at gera stórt parkeringshús mitt í Havn

 

Tá ið býráðið aftur hóskvøldið umrøddi parkeringsviðurskiftini, segði Annika Olsen, at hon vónaði, at meirilutin í býráðnum koyrir hesa ætlanina í skrell og aldrin nevnir hana aftur. Hon heldur nevniliga, at eitt stórt parkeringshús mitt í Havnini, fer at smildra alla ferðsluna í miðbýnum, sundur. Og tað heldur hon ikki, at býráðið kann gera, bara fyri at hjálpa onkrum privatum við eini verkætlan - og so at hann kann fáa eina penthouse íbúð mitt í Havnini.

 

Býráðið kann ikki arbeiða upp á tann mátan, at bara onkur ringir til borgarstjóran og vil hava »stórt og eitt gigafeitt« parkeringhús mitt ímillum hús í miðbýnum, skulu allar byggisamtyktir mitt í býnum broytast, tí har er ovbyrjað av ferðslu frammanundan.

 

Les eisini: Her skal parkeringshúsið byggjast

 

Hon vísir á, at ráðgevarin hjá býráðnum, Rambøll, hevur mett um ferðsluna í miðbýnum og hevur mælt frá at gera parkeringshús mitt í býnum.

 

– Tí má býráðið hava rygg til at siga, at tað ber ikki til at kollvelta allan miðbýin, tí at onkur fær »eina fixa idé« og vil hava eina penthouse á einum háhúsi mitt í býnum.  Tað er for festligt, tí tað má vera skil í, helt hon fyri og hon heldur, hetta kann býráðið ikki loyva sær at gera ímóti teimum, sum býgva í grannalagnum, og ímóti miðbýnum, sum heilt.

 

Hon mælir heldur til at gera ein parkeringstunnil undir Havnini, sum eisini verður ein koyrivegur, ið bindur býarpartar í Havninu saman, bæði eysturbýin, vesturbýin og norðurbýin – og so skal miðbýurin fyrst og fremst, vera til fólk

 

 

 

Sjálvandi í miðbýnum

 

Partamaður hennara, Birgir Nielsen, sum eisini er býráðslimur fyri Fólkaflokkin, er ósamdur. Hann tekur fult undir við, at privatfólk bjóða seg fram at gera parkeringhús í Havn, og sleppa at taka pengar fyri at lata bilar parkera har, tí so kostar tað ikki kommununi nakað.

 

Hann heldur, at sjálvandi skal eitt parkeringshús vera í miðbýnum, tí tað er eingin meining í at gera tað í útjaðaranum.

 

Okkurt má gerast við parkeringsviðurskftini, tí tað er tann reini ruðuleiki, sigur hann.

 

Les eisini: Kunnu loysa parkeringstrupulleikan í Havnini - men tað er ein treyt

 

Nógv uppskot eru um at loysa parkeringstrupulleikan í, men Annika Olsen vónar, at hendan ætlanin ikki ber á mál