Tað gekk rættiliga fyri seg í morgun

Í dag var skulkidagur á Glasi og tað tarnaði ferðsluni nakað

Í dag er skulkidagur á Glasi og tá plagdi næmingarnir fara út á vegirnar at forða bilunum at koyra. Tað vóru næmingarnir á Glasi eisini í morgun, og hetta var tíðliga um morgunin, tá ið ferðslan er av tí mesta.

 

Løgreglan sigur, at hetta tarnaði ferðsluni á Marknagilsvegnum nokk so illa. Løgreglan var á staðnum og eygleiddi, hvussu leikur fór og at forða fyri, at nakrar vandastøður tóku seg upp. Men tey siga, at har gekk tað rættiliga friðarliga fyri seg, tó at nøkur hava óivað verið ov sein til arbeiðis í morgun.  

 

Tey gera ikki nakað við tað, tí tey siga, at hetta er ikki so leingi um morgunin – og hetta er einaferð um árið. Løgreglam sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt. Tey hava tikið nummarpláturnar av nøkrum bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt