Tað er nógvur vindur, og tað er orsøkin til, at fótbóltsdysturin, sum skuldi vera á Sandi í dag, er útsettur. B71 skuldi sambært skránni fáa vitjan av næstbesta liðnum hjá Víkingi. Upprunaliga skuldi fyrsta bríksl vera klokkan 16, men í gjár varð hetta framskundað til klokkan 14, tí tað varð boðað frá nógvum vindi.
Nú er dysturin útsettur, tí tað er so nógvur vindur.
Í gjárkvøldið var ein dystur í 1. deild spældur í Klaksvík. AB fór suður aftur í høvuðsstaðin við 3-0 sigri, sum ber við sær, at AB er næstfremst við 35 stigum fyri 15 dystir. B71 er á triðja plássi við 30 stigum fyri 14 dystir.
Øll trý málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Málskjúttar vóru Sjúrður Henriksen, Bjarki C. Nielsen og Dánjal Danielsen.
Síðsti dystur hjá AB undan summarsteðginum verður leygardagin um eina viku í Fuglafirði.
KÍ er á sjeynda plássi við 16 stigum. Síðsti dystur hjá KÍ undan summarsteðginum verður mikudagin í Gundadali ímóti B36.