Tað hevur drigið út – men nú verður tað

Maskinurnar seta á í hesum árinum, sigur borgarstjórin

Í mái mánað í fjør brunnu eini hús í grund í Sandvík. Og tá kom fram, at brandpostarnir, og vatnveitingin í bygdini, vóru í so ringum standi, at tað tarnaði arbeiðnum at sløkkja eldin.

 

Tí gjørdi bygdaráðið av, at hesi viðurskiftini skuldu fáast í rættlag og tað skuldi vera skjótt. Men nú, hálvtannað ár seinni, er enn einki hent.

 

Annars var ætlanin at fara undir arbeiðið seint í summar, beinanvegin tá ið bøurin var sligin.

 

Tað hendi ikki, men Janus Thomsen, borgarstjóri, vissar um, sjøtul verður settur á arbeiðið fyri jól.

 

Hann sigur, at arbeiðið er komið í drag, tí tað hava ikki verið umstøður til tað av tí, at so nógv annað hevur verið er gera og beint nú arbeiða maskinurnar úti á havnarlagnum. Tað arbeiðið líður ímóti endanum, og so verður farið undir at gera brandpostarnar í Sandvík. 

 

Bæði brandpostar, og leiðingin, sum skal leggjast, útvegað. Ætlanin er at seta nýggjar brandpostar upp og samstundis skal nýggj vatnleiðing leggjast frá brunninum oman í bygdina. Tveir brunnar eru, og tann eldri, skal umvælast og brúkast til vatngoymslu, og so verða báðir brunnarnir koplaðir til leiðingina til brandpostarnar.