Tað loysir seg ikki at arbeiða

Danir hava meira eftir av inntøkuni tá teir eru arbeiðsleysir enn tá teir eru til arbeiðis. Tað vísir ein kanning sum Granskingareindin hjá Rockwool Grunninum hevur gjørt

Fyri fáum árum síðani gingu meira enn 300.000 danir arbeiðsleysir.

Fyri at bøta um umstøðurnar hjá hesum stóra bólki av fólki, setti stjórnin í gildi ymsar fyrimunir.

Teirra millum kunnu nevnast frípláss til børnini í barnagørðum. Tað merkir sjálvandi ikki, at børnini sluppu ókeypis í barnagarð, men at kostnaðurin varð ásettur í samsvari við inntøkuna hjá foreldrunum.

Harafturat hevur arbeiðsloysisveitingin í Danmark verði lutfalsliga høg, í hvussu er fyri tey sum eru limir í arbeiðsloysiskassa.

Men alt hetta gevur nú dønum trupulleikar.


Missa pening

við at arbeiða

Grannskingareindin hjá Rockwool Grunninum hevur gjørt eina kanning sum vísir, at meiri enn 500.000 danir missa pening við at fara til arbeiðis, ella fáa so lítið burtur úr, at tey eins gott kundu verið heima.

Kanningin hjá grunninum vísir, at heili 10,3% av arbeiðandi dønunum skulu hava pening við heimanífrá, skulu tey arbeiða.

Hjá hesum fólkum eru dagpengarnir, spardar útreiðslur til ferðing og barnaansing hægri enn tað tey kunnu forvinna við at arbeiða 37 tímar um vikuna.

Fyri onnur 10,1% av dønum við arbeiði er støðan tann, at tey fáa bert umleið 500 krónur meira um mánaðin burturúr at arbeiða, enn at ganga fyri onki.

Tað eru kvinnuligu arbeiðararnir sum eru ringast fyri. Kanningin hjá grunninum vísir, at meira enn helmingurin ikki hevur nakran fíggjarligan fyrimun av at fara til arbeiðis.

Men tað hava tey ófaklærdu og HK-ararnir fyri so vítt heldur ikki.


Vaksandi trupulleiki

Danska samfelagið hevur havt eina sera positiva búskaparliga gongd seinastu árini, og hon hevur gjørt, at arbeiðsloysi er minkað ógvuliga nógv.

Men størsti parturin av teimum sum hevur fingið arbeiði eru láglønt, og tí er hetta ein vaksandi trupulleiki.

Tá ein líknandi kanning varð gjørd fyri trimum árum síðani var niðurstøðan tann, at bert 16,9% av øllum dønum við arbeiði, fingu minni enn 500 krónur meira um mánaðin burtur úr at arbeiða enn at lata verða.

Nú er hesin partur uppá 20,4%

Til tað sigur granskarin og professarin, Nina Smith, at:

? Nógv hevði verið heilt skeivt í danska vælferðarsamfelagnum um fólk bert fór til arbeiðis fyri pengarnar skyld.

Nina Smith hevur saman við tveimum øðrum skrivað bókin sum á donskum eitur: »Beskæftiget - ledig - på efterløn«


Ávirkar búskapin negativt

Nina Smith sigur, at tað ávirkar búskapin í negativan rætning, tá fíggjarligu fyrimunirnir við at arbeiða verða tiknir burtur fyri so stóran part av danska fólkinum.

? Hesin bólkurin hevur størri hug til at taka orlov, fara upp á eftirløn og hugsar fyrr um pensionering enn onnur, og tað tyngir um almennu útgjaldingarnar.

? Umframt tað, so hevur hesin bólkurin eisini lættari við, at arbeiða svart.

Tað hevur í Danmark verið tosað sera nógv um mobilitetin hjá arbeiðsmegini. Tað snýr seg um viljan at flyta seg úr einum landslutið til ein annan fyriat fáa arbeiði.

Eisini her eru tiltøk sett í verk fyri at fremja hugin at flyta, men tað sær út til, at tað bert eru tey hægri løntu sum vilja flyta seg.

Nina Smith sigur um tað:

? Hugurin at flyta seg úr einum parti til ein annan ella at flyta arbeiðsøkið er minimalur, tá tað at arbeiða ikki loysir seg.

? Tað sama er við áhuganum fyri at bøta um arbeiðsmøguleikarnar, eitt nú við at taka skeið og líknandi, sigur Nina Smith.