- Tað ræður um at knekka "kotuna"

- Hóast harðført er á vágni viðhvørt, ivist eg ikki í, at tað fer at bera til at ala á Sandsvág, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.

 

Hóast royndirnar hjá Marine Harvest á Sandsvág fingu enn eitt skot fyri bógvin í ringa veðrinum um vikuskiftið, tá annar aliringurin av tveimum, sum alifyritøkan hevur liggjandi á Sandsvág, boygnaði, hevur borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, kortini ikki mist vónirnar um, at tað fer at lata seg gera at ala laks á Sandsvág.

 

- Í løtuni veit eg einki, hvør niðurstøðan verður av tí, sum hendi, men eg havi tosað við stjóran í Marine Harvest Føroyar um málið. Enn er ivaleyst ov tíðliga at gera nakra endaliga niðurstøðu, men eg havi vegna kommununa biðið um at fáa eina frágreiðing, tá niðurstøðan fyriliggur.

 

Brandur Sandoy sigur, at tey í kommununi við stórum áhuga fylgja við, hvussu royndirnar, sum Marine Harvest Føroyar ger á Sandsvág, fara at eydnast, og sjálvur ivast hann ikki í, at hóast harðført er á vágni viðhvørt, so fer tað at lata seg gera at ala á Sandsvág.

 

- Eg trúgvi, at spurningurin er bara at "knekka kotuna" og finna út av, hvat skal til fyri at hetta skal lata seg gera, sum borgarstjórin í Sands kommunu tekur til.

 

In.fo kann leggja aftrat, at á bygdarráðsfundi í Sands kommunu í heyst hevur bygdarráðið samtykt at játta Marine Harvest Føroyar øki Úti í Støð á Sandi til eina landstøð. Ætlanin hjá felagnum hevur verið at seta fisk út í ringarnar til várs.