- At føroysku fyritøkurnar gerast størri og sterkari, ger eisini, at tær fáa størri og størri vald á politisku skipanini.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sum heldur, at stóru vinnuaktørarnir í Føroyum í dag ikki bert eru hoyringspartur, tá lógir skulu broytast.
- Í dag eru teir meira at rokna sum samráðingarpartur, og tað haldi eg ikki er rætta leiðin at ganga. Grundleggjandi eiga fyritøkur ikki at gerast so sterkar, at tað eru tær, sum gera av, hvør situr á tingi.
Í sendingini "Radarin" í KvF segði Óli Breckmann, fyrrverandi løgtingsmaður, at bæði Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, tingmenn, høvdu fingið greið boð frá reiðarínum Varðanum í Gøtu.
Boðini, sum løgtingsmanninir skuldu hava fingið frá Varðanum, vóru, at um teir fóru at atkvøða fyri uppbossølu av fiskirættindum, fór Varðin ikki at gera fleiri íløgur á Tvøroyri.
- Men, hetta er nakað tvætl. Eg eri ikki í lummanum hjá nøkrum, heldur ikki hjá Varðanum. Eg fekk onga atkvøðu í Gøtu á seinasta vali, og tað er tað reina tvætl at siga, at eg eri í lummanum hjá teimum.
Tað sigur Kristin Michelsen, løgtingsmaður, við Sosialin í dag. Hann vísir á, at Varðin alla tíðina hevur arbeitt við at gera fleiri íløgur á Tvøroyri, og at reiðaríið eisini hevur boðað frá, at teir fara at byggja eina surimiverksmiðju á Tvøroyri.
Vinnuhúsið hevur eisini blandað seg upp í kjakið um lobbyismu og sigur, at definitiónin av lobbyismu, sum varð givin í "Radaranum" herfyri, er skeiv. Lobbyisma er at bera fram egin ella annans áhugamál og meiningar í politisku tilgongdini.
- Her er ikki bert talan um vinnu og fyritøkur, men sanniliga eisini um aðrar áhugabólkar. Politikarar hava sum heild áhuga í at vita, hvat hesir áhugabólkar halda um ymisku málini, sum verða viðgjørd á løgtingi.
Vinnuhúsið heldur, at tað var áhugavert at hoyra løgtingsformannin úttala seg um ávirkanina hjá vinnufyritøkum á politisku skipanina og á einstøk tingfólk - at skipanin hoknar undir trýstinum.
- Hetta er eitt álvarsligt mál, sum neyðugt er at kjakast um. Tingformaðurin helt ikki, at lobbyisma hoyrir heima innan tinggátt. Men, bæði í Føroyum og aðrastaðni er lobbyisma ein viðurkendur partur av demokratisku tilgondini, eisini í parlamentunum, sigur Vinnuhúsið.