Tað hava verið nógv ferðafólk í Føroyum í ár. Tað vísa fyribils metingar hjá føroysku ferðavinnuni um gongdina í ár
Annars verða hagtøl nú førd yvir ferðafólk í ár. Tey hagtølini verða liðug fyrrenn seinni ár, men í kjaksending á Rás2 í vikuni, staðfesti Guðrið Højgaard, stjóri á Ferðaráðnum, at tað sær rættiliga gott út.
Hon sigur, at fyribils vísa metingarnar, at í ár er talið á gistingum økt eini 5-7 prosent aftur ímóti í fjør. Í hesum sambandi telja tey ikki talið á ferðafólkum, men hvussu nógvar nætur tey gista.
Stjórin á Ferðaráðnum sigur, at í ár hevur Ferðaráðið fingið nógv fleiri fyrispurningarnar uttaneftir um føroyska ferðavinnu. Men serliga eru fyrispurningarnir frá útlendskum fjølmiðlum øktir ógvuliga nógv í tali. Í 2012 vóru 50 útlendskir fjølmiðlar í Føroyum, í fjør vóru 100 og longu í ár hava 130 fjølmiðlar verið í Føroyum. - Øll vilja siga søguna um Føroyar, sigur hon. Og tað eru ikki smáir miðlar, sum hava verið í Føroyum og vitja, tí talan er um CNN, Newsweek, National Geographic fyri at nevna nakrar. Mett verður, at ferðavinnan í Føroyum hevur einar 400 - 500 milliónir í umsetningi, men málið er at tvífaldað hana hesi næstu árini til 2020.
|