Tá ið ein vaksin hevur samlegu við eitt barn undir 15 ár, skal tað altíð viðgerast sum ein neyðtøka. Tað halda teir tríggir tinglimirnir fyri Javnaðarflokkin, Eyðgunn Samuelsen, Ingilín D. Strøm og Djóni Nolsøe Joensen. Tí siga tey, at revsilógin skal broytast so at samlega við børn undir 15 ár altíð er neyðtøka og tað skal eisini verða revsað sum neyðtøka. Orðið samlega hoyrir yvirhøvur ikki heima í slíkum førum, siga tey.
Tey vísa á, at nú kemur ein nýggj lóg á hesum øki, men nú er greitt, at í nýggju lógini sendur ikki, at samlega við eitt barn undir 15 ár, er neyðtøka og at tað sostatt skal revsast harðari enn í dag. Tey siga, at hægsta revsing fyri hetta skal vera 12 ár og ikki átta ár sum tað er í dag.
Tey gera greitt, at nú Løgtingið fer at viðgera málið, fara tey at royna at fáa hesa broytingina við í uppskotið. Men ber tað ikki til, fara tey at leggja eitt sjálvstøðugt uppskot fyri Løgtingið um hetta. Tað er eyðsæð, at einki barn undir 15 ár er í eini støðu, har tað ber til at geva sjálvboðið samtykki til samlegu við ein persón, ið er munandi eldri enn barnið.
Tey siga, at verður lógin broytt, fer tað at merkja, at barnið fær eina betri verju enn í dag. Tað eru fleiri dømi um, at fólk, ið hava gjørt seg kynsliga inn á børn undir 15 ár, hevur fingið linari dóm, tí mett hevur verið, at barnið - kanska ótilvitað - hevur góðtikið støðuna, siga tey trý javnaðarfólkini.