Tað skal alvorliga geva meining

Tað er altjóða áhugi fyri Jákupi B. Andreasen, sum ikki avvísur at royna seg uttanlands, men tað skal geva meining

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Jákup B. Andreasen og Jóan Símun Edmundsson

Føroyska manslandsliðið er í hesum døgum í Plzen í Kekkia. Ein av spælarunum á landsliðnum er liðskiparin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen. Tað er altjóða áhugi fyri miðvallaranum, sum ikki avvísur at royna seg uttanlands, men tað skal geva meining.

 

- Jú, tað er áhugi uttanlands, men eg havi sáttmála fyri komandi kappingarár við KÍ og í løtuni havi eg ikki stundir at hugsa tann partin. Tað er fótbóltur at kalla hvønn dag og tað fer við mínum fokus, sigur Jákup B. Andreasen.

 

Hann hevur saman við KÍ sett Føroyar á altjóða lið-kortið, nú KÍ hevur vunnið seg í UEFA Conference League bólkaspælið. Við tí kemur eisini áhugi frá øðrum liðnum uttanlands.

 

- Eg avvísi ikki at royna meg uttanlands einaferð, men tað skal alvorliga geva meining. Bæði persónliga og ítróttarliga, sigur Jákup B. Andreasen.

 

Soskallaða “Silly Season” er í gongd, har tað eru nógvar gitingar um spælaraflytingar. Jákup B. Andreasen skal í morgin spæla móti Kekkia í EM-undankappingini.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Jákup B. Andreasen og Jóan Símun Edmundsson