Tað skal vera lættari at búseta seg á bygd!

Eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi. Eitt av mínum hjartamálum er, at bøta um tað bústaðartrotið, sum er um alt landið.

 

Er trupult hjá einstaklingum og familjum, at fáa tak yvir høvdið í miðstaðarøkinum, so er tað ikki minni trupult úti á bygd og útoyggj. Nógv tóm hús, men fá vilja selja ella leiga út. Og fært tú møguleika at byggja ella keypa, so fæst eingin fígging frá peningastovnunum.

 

Hetta kann gerast endin á smæstu bygdunum, so her eru nøkur átøk, sum eg fari at arbeiða fyri um eg verið vald á Løgting:

 

Húsalánsgrunn

 

Vit síggja, at fólk fáa fígging at keypa og byggja í miðstaðarøkinum fyri nógvar milliónir, meðan tey ikki fáa fígging til helvtina av upphæddini á bygd. Soleiðis verða fólk tvungin aðrastaðni at búgva móti sínum vilja. Eg haldi, vit skulu seta ein húsalánsgrunn á stovn, sum bara skal vera til smáu bygdirnar og leysu oyggjarnar. Tað skal vera møguligt, at búseta seg har í landinum, har man helst vil búgva.

 

Tá hús bara er ein íløga

 

Føst ogn er ein so góð íløga, at tað finnast privatfólk í Føroyum, sum eiga upp til 7 sethús! Og tá eru partafeløgini ikki tald við!. Fólk við pengum keypa hús og grundir og vísa seg ongantíð á staðnum. Teirra íløga stendur trygt og veksur í føstu ognini, meðan bygdirnar køvast av tómum húsum og sethúsaprísum, sum verða trýstir í topp. Vit kunnu forða fyri hesi gongdini, við at seta ognarskatt á íløguognir. Hetta hevði ikki bara verið gott bústaðarmarknaðin á bygd og á leysu oyggjum, men eisini fyri landið alt.    

 

Bústaðir

 

Bústaðir eiga, í samstarvi við kommunurnar, at byggja nakrar leiguíbúðir úti á okkara leysu oyggjum, har tað eru serliga trupult at seta føtur undir egið borð. Íbúðirnar eiga at vera væl egnaðar til eldri fólk, sum so hava møguleika at flyta í eldravinarliga íbúð, tá tørvur og hugur er til tað. Hetta hevði so leysgivið nøkur hús til yngri familjur OG givið teimum eldru møguleika at verið verandi í síni egnu bygd. Tvær flugur við ein smekk!

 

Bústaðarskylda

 

Eg takið undir við, at kommunurnar hava heimild, at áleggja bústaðarskyldu á nýggjar útstykkingar. Hetta tryggjar stykkir til teirra, sum vilja búgva á staðnum. Og kommunurnar hava so heimild, at gera aðrar útstykkingar, sum eru til summarhús. So er pláss fyri øllum.

 

Tað eru helst fleiri góð átøk, sum kunnu gerast fyri at bøta um støðuna og veri eg vald, so fari eg at arbeiða hart fyri smærri økjunum og leysu oyggjunum í landinum.

 

Gott val.

 

 

 

Vígdis Bjarnadóttir, valevni fyri Tjóðveldi