Amerikanska kongressin vil tosa við Andrew um Epstein

Áheitanin varð almannakunngjørd, eftir at Charles kongur hósdagin tók prinsaheitið frá Andrew

Andrew Mountbatten Windsor er kallaður til samrøðu í amerikansku kongressini um sambandið við fíggjarmannin og dømda kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein. (Svnsmynd). - Mynd: Adrian Dennis/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi Andrew prinsur, nú Andrew Mountbatten Windsor, er biðin av amerikansku kongressini um at koma í samrøðu um vinalag hansara við mistonkta kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.

 

Tíðindastovan AFP skrivar.

 

Áheitanin varð almannakunngjørd, eftir at Charles kongur hósdagin strikaði prinsaheitið hjá Andrew.

 

16 demokratiskir limir í kongressini hava skrivað undir áheitanina, har teir biðja Andrew um at møta í samrøðu við eftirlitsnevndina í tjóðartinginum.

 

Nevndin kannar brotsverkini hjá Epstein. Hann doyði í 2019, meðan hann var varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava søkt ung gentur til skøkjuvirksemi.

 

/Ritzau/

 

Andrew Mountbatten Windsor er kallaður til samrøðu í amerikansku kongressini um sambandið við fíggjarmannin og dømda kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein. (Svnsmynd). - Mynd: Adrian Dennis/Ritzau Scanpix