Tað stendur á jøvnum

Seinasta veljarakanningin undan løgtingsvalinum hósdagin er komin og hon sigur, at tað stendur á jøvnum millum fýra teir størstu flokkarnar. Talan er bert um ein mun uppá 2,3 prosent millum tann fremsta og nummar fýra. Tí verða tað tey 11 prosentini, sum enn ikki hava avgjørt, hvønn flokk tey skulu velja, sum gera av hvør vinnur valið

Nú tríggjar dagar undan valinum liggja fýra flokkar púra javnir.

Tað sigur seinasta veljarakanningin undan løgtingsvalinum, sum Sosialurin hevur gjørt saman við Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Teir fýra stóru flokkarnir liggja allir um 20 prosent og tí verða tað tey, sum sambært veljarakanningini enn eru í iva, sum koma at avgera hvør fer at vinna valið.

Men tað er nakað sum bendir á, at tað verður eitt greiðari býtið í løgtinginum eftir valið enn áðrenn.

Tí sambørt kanningini verða tað bert seks flokkar sum fáa umboð vald á ting.

Kristiligi Fólkaflokkurin og Verkamannafylkingin fáa sambært veljarakanningini so lítla undirtøku, at tey ikki fáa nakran tingmann valdan.


Javnaðarflokkurin otar seg fram

Samanlíkna vit veljarakanningina hjá Sosialinum við ta veljarakanning, sum SvF lat gera um mánaðarskiftið marts-apríl so síggja vit, at tað eru Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum hava stórstu framgongdina.

Sambært kanningini hjá SvF fekk Javnaðarflokkurin 19,0 prosent av atkvøðunum, meðan hann nú fær 20,2 prosent. Her er talan um eina broyting uppá 1,2 prosent uppá ein mánað. Tað merkir samstundis eisini at Javnaðarflokkurin rykkir eitt pláss fram á listanum og er nú á triðjaplássi ístaðin fyri á fjóðraplássi.

Sambandsflokkurin fær eisini størri undirtøku nú enn fyri einum mánað síðani. Tá fekk hann undirtøku frá 20,2% av veljarafjøldini, meðan hann nú fær undirtøku frá 21,5%.

Her er talan um eina framgongd uppá 1,3%.

Stórsti taparin í mun til veljarakanningina hjá SvF er Fólkaflokkurin.

Fólkaflokkurin hevur uppá ein mánað mist 3,7 prosent av veljaraskaranum


Tjóðveldisflokkurin størstur

Sambært veljarakanningini so verður tað nú Tjóðveldisflokkurin, sum verður størsti flokkur á tingið eftir valið. Hann fær sambært kanningini 22,1 prosent av atkvøðunum og tað svarar til 7 tingmenn, ella ein framgongd uppá tríggjar tingmenn.

Honum í hølunum kemur Sambandsflokkurin, sum fær undirtøku frá 21,5 prosentum av veljarafjøldini og tað gevur eisini 7 tingmenn.

Á triðja plássi kemur Javnaðarflokkurin, sum fær 20,2 prosent og eisini tað gevur 7 tingmenn. Til seinasta løgtingsval fekk Javnaðarflokkurin seks tingmenn, so her er talan um eina framgongd uppá tveir.

Fólkaflokkurin er nú nummar fýra í røðini við 19,8 prosentum av atkvøðunum og seks tingmonnum.

Á fimtaplássinum kemur Sjálvstýrisflokkurin, sum stendur til at fáa 8,0 prosent av atkvøðunum og tríggjar tingmenn.

Seinasti flokkurin, sum sambært veljarakanningini hjá Sosialinum fær umboða valt á ting er Miðflokkurin. Hann fær sambært hesi kanningini 5,9 prosent av atkvøðunum og tveir tingmenn.


Tey ivasomu

Tá alt hetta er sagt um broytingarnar síðan seinastu veljarakanning, so skal eisini leggjast afturat, at 11 prosent av teimum 819 í kanningini vita ikki enn hvønn flokk tey fara at velja.

Tað verður hesin bólkurin, sum kann koma at gera valið enn meira spennandi og javnt enn tað er frammanundan.

Fyri at fáa eina hylling á hvat tey fara at velja, so varð í kanningini spurt hvønn tey valdu seinast.

Hesi svarini geva eina ábending um at tað eru javnaðar-, fólkafloks- og sambandsveljarar, sum eru mest í iva um hvønn tey skulu velja.

Hinvegin eru væl færri tjóðveldis- og sjálvstýrisveljarar í iva.

Hetta merkir í stuttum, at fara hesi at velja sum tey valdu seinast, so fáa teir tríggir - Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eina størri undirtøku enn teir fáa sambært kanningini.

Tað er Miðnámsskúlin í Suðuroy, sum hevur gjørt kanningina og hon er gjørd í døgunum 21. til 23. apríl.