Løgreglan hevur gjørt nakað burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar morgnarnar, tá ið skúladagurin byrjar. Endmálið við hesum kanningunum er at kanna eftir um børn, sum verða koyrd í skúla, sita í trygdarbelti og at tey smáu sita í barnasetri og at tey annars brúka ta trygdarútgerð, tey skulu.
Løgreglan sigur, at tað stendur rættiliga væl til á hesum øki. Bara í morgun hava tey kanna bilarnar við skúlar í Klaksvík og í Havn og niðurstøðan er, at tað var bara ein bilførari, sum fekk eina átalu. Í hesum førinum sat barnið í trygdarbelti – men tað hevði skúlataskuna á rygginum og tað er hættisligt, skuldi eitt óhapp hent, tí so hevur barnið onga nakkastúttu.
Er talan um børn undir 15 ár, hevur bilførarin skyldu at tryggja, at tey sita í trygdarbelti og annars brúka tað kravdu trygdarútgerðina. Ger bilførarin ikki tað, kostar tað eitt klipp í koyrikortið og eina bót upp á 1500 krónur.