Tað var falskur alarmur

Men ein avleiðing varð at tunnilin varð stongdur eina løtu

Tíðliga í morgun boðaði ávaringarskipann hjá Bakkafrost á Norðtoftum frá, at har var eldur í. Løgreglan sigur, at alt varð sett ígongd og tá ið boðað verður frá eldi har um vegir, verður tunnilin ofta stongdir fyri at tryggja, at neyðsendarakfør hava frítt at fara ígjøgnum hann.

 

Í hesum sambandi var Hvannasundstunnilin stongdur, sigur løgreglan. Men tey siga, at tá ið tey komu á staðið, vísti tað seg, at tað var falskur alarmur, tí tað var eitt tekniskt brek, sum hevði fingið ávaringarskipanina at boða frá eldi