Tað er óðamannaverk at fara inn um molan í Havn í slíkum veðri. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Smyril avlýsti ein túr ímillum Suðuroynna og Havnina í gjárkvøldið. Tí fór hann ikki úr Suðuroy klokkan 18.45 og sostatt fór hann heldur ikki av aftur Havnini klokkan 21.15. Umframt at tað var nógvur vindur, var boðaði Strandferðslan frá, at túrurin varð avlýstur »vegna trongar umstøður í Tórshavnar Havn«.
Í gjárkvøldið var so nógvur vindur av útsynningi, at tá ið Smyril loysti av Havnini klokkan 16, slapp hann ikki frá við egnari megi, men mátti hava Sleiparan hjá Mest hjálpa sær. Á veg suður seinnapartin í gjár, vísti vindmátari yvir 35 metrar um sekundið næstan allan vegin.
Men tað ber væl til at sigla, hóast tað er nógvur vindur. Hinvegin sigur Hilmar Eliasen, at í 25 metrum um sekundið av útsynningi, er trýstið á síðuna á Smyrli heili 100 tons.
– Í gjár var støðan tann, at Norrøna lá á Havnini og hon er so stór, at tað er púra einki pláss eftir hjá Smyrli av manøvrera í, sigur stjórin á Strandferðsluni. Og so var tað myrkt afturat, so samanlagt hevði tað verið óðamannaverk at farið norður aftur til Havnar í gjárkvøldið, sigur hann. Hevði Norrøna ikki ligið við bryggju, var eingin trupulleiki.
Hann sigur, at tað, sum ikki má henda, er, at tey missa tamarhaldið á Smyrli í tí nógvum vindi, tí hendir tað, at Smyril fær skaða, hava suðuroyingar einki skip, tí einki skip er at seta ístaðin. Tí hugsa vit serliga nógv um trygdina, leggur hann afturat.
Tá ið túrurin varð avlýstur, var tað ikki tí at hann ikki fekk siglt, tí tað var einki í vegin fyri tí. Men í slíkum líkindum sum í gjárkvøldið er tað er ikki ráðiligt at fara inn um molan í Havn at manøvrera á so lítlum plássi, sum er eftir, tá ið Norrøna eisini liggur har.
– Vit heittu á Tórshavnar Havn, og á skiparan á Norrønu, um at lata Norrønu leggja seg í nýggju havnina uttan fyri molan, men tað læt ikki gera. Hinvegin riggar heldur ikki, at Smyril leggur seg uttan fyri, tí har ber ikki til at avgreiða farm og bilar.
– Vit ráða ikki yvir Tórshavnar Havn og vit ráða ikki yvir Norrønu, men vit ráða yvir Smyrli og niðurstøðan av váðametingini hjá okkum, var, at tað var ikki ráðiligt at fara inn í Tórshavnar Havn í slíkum líkindunum.
Tað er tá ið tað er nógvur vindur av útsynningi, at hetta er ein trupulleiki. Hilmar Eliasen sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð í vetur, at tey eru í hesi støðuni og hann væntar heldur ikki, at hetta verður seinastu ferð í vetur.
Hetta er ein trupulleiki mánadagar og hósdagar, at Smyril og Norrøna eru í Havn ísenn. Tað er eisini nógvur vindur í morgun, men nú er Norrøna farin og nú er Smyril á veg til Havnar.