Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at um eingin kjarnorkuavtala verður við Iran, verður tað ein ógvuliga ringur dagur fyri landið.
- Alt, sum er skrivað um eitt potentielt kríggj við Iran, er skeivt - og við vilja, skrivar forsetin á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Uppslagið hjá forsetanum byrjar við, at hann vísir aftur tí, sum sagt hevur verið um, at ein generalur í amerikanska herinum, Daniel Caine, skal vera ímóti, at USA leypir á Iran.
- Tað eri eg, sum taki avgerðina, og eg vil helst hava eina avtalu, men um eingin avtala verður, verður tað ein ógvuliga ringur dagur fyri landið - og tíverri eisini fyri fólkið, skrivar Donald Trump.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum í kvøld endurgevur útsøgnina hjá amerikanska forsetanum á Truth Social.










