Chelsea venjarin, José Mourinho, hevur ein sokallaðan luksus trupulleika, tá Premier League fer av bakkastokki um góðar 2 vikur.
Chelsea hevur í ár tveir málverjar í heimsflokki at ráða yvir. Petr Cech, ið hevur verið í felagnum tey seinastu mongu árini, er framvegis í felagnum. Men í ár verður hann hóttur av einum yngri harra. Ungi Chelsea málverjin, Thibaut Courtois, ið seinastu árini hevur verið útleigaður til Atletico Madrid, er aftur í felagnum.
José Mourinho sigur, at tað verður hørð kapping um málmansplássið.
- - Courtois er júst komin aftur til felagið og hann er tann besti ungi málverjin í heiminum. Hann og Petr Cech fara at kempa um málmansplássið, og tað er ein jaligur trupulleiki hjá mær, tí eg havi ongantíð verið bangin fyri at tikið eina avgerð.
- - Eg vil nógv heldur hava hendan luksustrupulleikan, enn at hava ein trupulleika av, at vit mangla góðar málverjar í Chelsea. Felagið ynskir at vera sterkt og kappingarført, og tá mást tú hava kapping um øll plássini.
Chelsea spælir sín fyrsta dyst í Premier League tann 18 august, tá felagið møtir Burnley á útivølli.