­ Tað verður verkfall um alt landið

Hóttanin frá arbeiðarafeløgunum kring alt landið um, at tey fara ikki at góðtaka, at ein bólkur í samfelagnum skattalætta framum ein annan, stendur við. Í gjár var samgongufundur um at geva fiskimonnum skattalætta.

­ Tað er onki broytt. Tað, vit hava sagt, stendur við.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at arbeiðarafeløgini fara framvegis ikki at góðtaka, ein ávísur bólkur í samfelagnum fær skattalætta framum ein annan.

Í fjør hóttu tey báði tingið og landsstýrið við aðalverkfallið um alt landið, fekk ein ávísur bólkur serligar skattasømdir, framum aðrar borgarar.

Tey kravdu, at øll vórðu viðfarin líka og fóru ikki at góðtaka, at mannamunur verður gjørdur.

Hendan hóttanin frá teimum seks arbeiðarafeløgunum er blivin serliga aktuel, nú samgongan hevur havt politiskan fund um at geva fiskimonnum skattalætta og um at regulera inntøkutrygdina

Eftir, hvat skiltist á útvarpinum í gjár, vóru uppskotini mestsum klár at leggja fyri tingið.

Tað skiltist eisini, at undirtøka var í samgonguni fyri at geva fiskimonnum skattalætta. Hinvegin var meiri ivasamt um, hvussu vorðið varð við inntøkutrygdini.

Men tað skiltist eisini, at uppskotið varð ikki lagt fram uttan at allir samgonguflokkarnir vóru samdir um tað.

Fiskimenn skulu hava skattalætta fyri at forða fyri at teir rýma úr Føroyum í onnur lond at fiska av skattaávum


Hóttanin stendur við

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hjá teimum er onki broytt.

­ Tað, vit hava sagt, og skrivað, stendur við, sigur hon.

Hon sigur, at hetta hevur onki at gera við fiskimenn.

­ Eg unni saktans fiskimonnum skattalætta.

­ Men tað er grundleggjandi skeivt at taka ein samfelagsbólk burturúr heildini, og viðgera hann øðrvísi enn øll hini.

Ingeborg Vinther sigur, at tað eru so nógv onnur, sum eisini høvdu havt brúk fyri skattalætta.

­ Tey láglønarbólk, sum ikki forvinna meiri enn 30.000-40.000 um árið, umframt eitt ískoyti frá ALS, hava minst líka nógv brúk fyri skattalætta sum nakar annar.

­ Men teimum er ikki ætlanin at hjálpa.

­ Tað eru heldur ikki bara fiskimenn, sum eru rýmd av landinum. Tað eru eisini arbeiðsfólk á landi, fiskafólk, handverkarar og nógv onnur, sum eru rýmd undan skattatrýstinum.

Hon sigur, at tann sum vil vita, hvussu støðan er í fiskivinnuni á landi, kann fara á eitt flakavirkið at hyggja: Har er bara gamalt og tilkomið fólk, tí ungfólk fáast ikki í fiskaarbeiðið longur. ­ Tað hevði verið líka hóskandi at givið teimum skattalætta sum nøkrum øðrum, heldur Ingeborg Vinther.


Ikki so avgjørdur

Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag var heitasti talsmaður fyri verkfalshóttanini, táið arbeiðarafeløgini sendu tinginum ávaringarskrivið í fjør.

Og hóast hann sigur, at einki er broytt, er hann knapt so avgjørdur nú, sum hann var tá.

­ Lat okkum nú síggja, hvussu gongdin verður. Enn er tað ikki komið so langt. Tað koma eisini onnur sjónarmið fram.

­ Tað sigst , at alt sjófólkið er við at rýma, so onki verður eftir, sigur Karl Johansen.

Men hann hann heldur eisini, at tað er skeivt at geva einum bólki skattalætta framum aðrar.

­ Skal skattalætti gevast, skal hann gevast teimum, sum forvinna minst. Annars er ongin meining í, sigur Karl Johansen.