Leygarkvøldið vitjaðu 180 fólk inn á gólvið í Sjónleikarhúsinum, har hugnaløta var fyri innbodnum.
Nógv varð gjørt burturúr at fáa løtuna áhugaverda og stuttliga. Har var sangur tónleikur og brot úr sjónleikum, sum hava verið spældir gjøgnum árini. Tiltakið varð tikið upp aftur sunnudagin fyri almenninginum.
Á hátíðarhaldinum leygarkvøldið, fingu tríggjar kvinnur heiðursmerki fyri sítt arbeiði gjøgnum árini í í Havnar Sjónleikarfelag.
Tær eru Rakul L. Samuelsen, Jóhanna M. Djurhuus og Lina Larsen.
Lina Larsen og Jóhann M. Djurhuus, sjónleikarar, hava staðið á palli í 40 og 60 ár.
Tað hevur Rakul L. Samuelsen eisini á ungum døgum, men hon fekk heiðursmerkið fyri at hava verið felagnum ein góður stuðul.
Lina Larsen hevur spælt sjónleik í felagnum síðani seinast í 50 árunum.
Tað var tó ikki fyrr enn miðskeiðis í 60 árunum, at hon rættiliga kom fyri seg, sum sjónleikari. Hon var tá komin heimaftur, eftir at hava búð í Danmark í nøkur ár.
Fór á dramaskeið
við teimumungu
Heimafturkomin var stórbroyting í Havnar Sjónleikarfelag. Eyðun Johannesen, leikstjóri, var settur í starv í Sjónleikarhúsinum.
- Fyrsti sjónleikur eftir at eg kom heim, var leikurin ?Røturnar3, sum Eyðun Johannesen leikstjórnaði, við m.ø. Lauru Joensen og Kristinu Øster, sigur Lina Larsen.
- Tá hugsaði eg sum áskoðari, at hetta er veruligur sjónleikur. Leikurin var so ómetaliga nógv merktur av, at leikararnir høvdu verið á dramaskeið hjá Eyðuni.
- Eg hugsaði, at her kundi eg als ikki vera við, tí tað fór ikki at bera til hjá mær, at standa á palli við slíkum lærdum sjónleikararum, sigur Lina Larsen.
Hóast Lina Larsen tá var 37 ára gomul, so fór hon oman í Sjónleikarhúsið ein vakran dag, pikkaði uppá hurðina og spurdi, um tað var her tey lærdu at spæla sjónleik?
- Jú, eg fór á skeið hjá Eyðuni Johannesen, og hann gav okkum góðan lærdóm, sigur Lina Larsen.
Hon fekk eisini brúk fyri lærdóminum. Spældi nógvar krevjandi leiklutir frá tí hon var um 42 ára gomul og til hon var síðst í 50 árunum.
Hon heldur avgjørd, at Eyðun Johannesen var tann, sum setti nógv nýtt í verk í Havnar Sjónleikarfelag.
- Eyðun lærdi okkum hvat sjónleikur var, hvussu vit skuldu ganga, standa og tosa á palli, sigur Lina Larsen.
- Hvør var tín yndisleiklutur?
- Tað var avgjørt leikluturin sum sjúkrasystir í ?Lívið er mítt3, ið Laura Joensen, leikstjórnaði, sigur Lina Larsen.
Hetta var samstundis fyrstu og einastu ferð Lina Larsen bað um at sleppa at spæla ein leiklut.
- Hetta var eitt avvrik, sum eg var nøgd við, serliga tí Laura Joensen var so góður leikstjóri, sigur Lina.
Annan leiklut, sum Lina Larsen minnist aftur á við gleði, var í leikinum ?Hitabylgjan3, sum var sera álvarsligur leiklutur.
- Henda leiklurin minnist eg serliga, av tí at eg áður mest var kend fyri at hava skemtiligar leiklutir. Hóast hetta, so tóku áskoðararnir sera væl ímóti mær, sigur Lina.
Hon er nú 67 ára gomul, og fór í fjør frá sum leiðari í MáF, har hon starvaðist í 10 ár.
Heilsan var tá farin at bila, og Lina hevði hug at vera meira heima hjá familjuni, og serliga lítlu ommudóttrini.
- Eg eri nú heimagangandi húsmamma, og tað dámar mær sera væl. Nú siti eg og broderi, seymi o.a. sum eg ikki áður hevði stundir til.
- Nú eri eg eisini komin so væl fyri meg, at eg umhugsi at fara undir mítt næsta projekt, sum er at læra eldri fólk at spæla sjónleik. Hugsandi verður farið undir hetta í heyst.
- Hvussu kennist tað at fáa heiðursmerki fyri arbeiði títt í Sjónleikarfelagnum?
- Tað kennist væl, serliga tí øll siga mær, at eg havi tað uppiborið, og tað góðtaki eg.
- Tað er nú einaferð soleiðis, at tú ikki bert skal geva frá tær. Tú noyðist eisini at taka ímóti, og tað geri eg við gleði, sigur Lina Larsen.
Spældi sjónleik í 60 ár
Jóhanna Maria Djurhuus stóð á palli fyrstu ferð í Sjónleikarhúsinum fyri 60 árum síðan.
Tá var hon arbeiðskona hjá Hans Andreasi Djurhuus, og fór altíð í Sjónleikarhúsið, tá okkurt var har.
Hon slapp við i sjónleikinum ?Fjalla Eivindur3, tó at tað meira var sum statistur enn sum leikari, sigur hon.
Jóhanna Maria Djurhuus er í dag 77 ára gomul, og enn virkin í felagnum.
Seinastu árini hevur hon arbeitt við at fáa skipa eina klædnagoymslu til búnar o.a. lutir, sum verða brúktir á palli.
Jóhanna Maria Djurhuus fór á ungum árum, eins og so nógv ungfólk tá, til Danmarkar.
Hon var burtur í sjey ár, men heimafturkomin í 1947 var hon við í fyrsta sjónleikinum í Sjónleikarhúsinum eftir seinna heimasbardaga.
- Síðani var eg við í ymsum leikum av og á, men tá Eyðun Johannesen kom í Sjónleikarhúsið, kom vend kom í, sigur Jóhanna Maria Djurhuus.
Hann setti íslendska leikin ?Rósmar Hólmur3 upp í Sjónleikarhúsinum. Á pallinum vóru m.o. Kristina Øster, Knút Wang og Jóhanna Maria Djurhuus.
Spurd, hvør leikluturin dámdi henni best, sigur hon, at tað var leiklutur hennara í ?Rósmar Hólmi3 og í ?Øll eru góð við Opal3, ið var nakað av tí stuttligasta, hon hevur verið við í á palli.
- Hvat hevur heiðursmerkið at týða fyri teg?
- Tað hevur nógv at týða. Eg havi eisini fingið heiðursmerki frá Margrethu Drotning, og tað var stuttligt. Hugaligt er tað avgjørt, at Havnar Sjónleikarfelag virðismetir tað,sum vit hava gjørt fyri felagið.
- Tá tú ert vorðin gomul, so verður tú fegin, tá onnur virðismeta tað, sum tú hevur gjørt, sigur Jóhanna Maria Djurhuus.