Tað verður ivaleyst ein fyrimunur, at stjórarnir kenna arbeiðsplássið, út frá øðrum sjónarhornum enn bert tey umsitingarligu.
Nýggju deildirnar innan heilsuverkið eru fyrisitingardeild, starvsfólkadeild og fíggjardeild.
Hesar deildir skulu í høvuðsheitinum verða ráðgevandi og vegleiðandi fyri alt almanna- og heilsuøkið viðvíkjandi løgfrøði, starvsfólkaviðurskiftum og fíggjarviðurskiftum.
Á fyrisitingardeildini er Aibritt á Plógv stjóri. Hon tók prógv sum sjúkrasystir í 1983. Eftir at hava arbeitt nøkur ár sum sjúkrasystir, fór hon at lesa løgfrøði, og tók prógv í 1994.
Aibritt á Plógv hevur arbeitt sum fulltrúi á Almanna- og heilsudeildini og var eitt skifti deildarstjóri á lógardeildini hjá Toll- og Skattstovuni.
Maria á Dul, stjóri í starvsfólkadeildini, hevur eisini hollar royndir á sjúkrahúsøkinum. Hon tók prógv sum sjúkrasystir í 1975, og arbeiddi sum sjúkrasystir, samstundis sum hon fekk víðariútbúgving innan sjúkrarøkt og leiðslu. Seinastu 10 árini fram til við árslok 1997, var Maria á Dul fyristøðukvinna á Landssjúkrahúsinum.
Á fíggjardeildini er Mary í Garði stjóri. Hon tók prógv sum sjúkrasystir í 1985, og arbeiddi á sjúkrahúsi í fimm ár, áðrenn hon fór at lesa civiløkonomi.
Mary í Garði var liðug í 1993 og hevur seinastu fýra árini arbeitt innan sjúkrahúsverkið. Hon hevur verið virkandi sjúkrahússtjóri, síðani Høgni Joensen fór í starvið sum stjóri í Almanna- og heilsumálastýrinum í fjør.