Tættari veterinert samstarv við russar

Fyri at fáa loyst upp fyri støðuni millum Føroyar og Rusland skal tættari samstarv til millum Rosselkhoznadzor og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

- Fyri at fáa loyst upp fyri støðuni skal tættari samstarv til millum Rosselkhoznadzor og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

 

Tað heldur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum hevur havt umboð á fundi við veterineru myndugleikarnar í Ruslandi.

 

- Eftirlitsfrágreiðingin - ein fyribilsútgáva - frá vitjanini hjá russisku eftirlitsfólkunum, sum vóru í Føroyum í oktober, kemur í næstum. Vit skulu svara Rosselkhoznadzor upp á ávísingarnar. Hetta verður so grundarlagið undir framhaldandi samstarvinum millum Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Rosselkhoznadzor.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at víðari samstarvið við russisku veterineru myndugleikarnar kemur at byggja á teirra eftirlitsfrágreiðing frá vitjanini í Føroyum í oktober.

 

- Vit fáa fyribils eftirlitsfrágreiðingina frá russum til viðmerkingar, og eftir hetta verður eftirlitsfrágreiðingin endalig.

 

Á fundinum vóru viðurskifti viðvíkjandi Varðanum Pelagic umrødd í smálutir. Norðborg var umtalað, og føroyska ynskið um millumgoymslur í E√ropa varð eisini viðgjørt.

 

- Her verður hugsað um: 1) At virkini ikki kendu lóggávuna hjá tollsamgonguni millum Russland, Hvítarussland og Kasakstan, 2) Ónøgd við at finna koliformar bakteriur í vøruni. Tað er als ikki ókent fyri russar, at fatanin hjá avsendaralandinum er ein onnur enn teirra - og 3) At fysiskt eftirlit ikki verður gjørt í sambandi við útflutning.

 

- Rosselkhoznadzor hevur líknandi viðmerkingar til onnur evropeisk lond. Russar ynskja ikki millumgoymslur í Evropa fyri føroyskar vørur, men siga tó, at hetta altíð kann takast upp seinni. Einki annað land hevur í løtuni loyvi til millumgoymslur í Evropa.

 

Heilsufrøðiiga Starvsstovan vísir á, at fundurin gekk fyri seg í góðum konstruktivum samskifti.

 

- Avtalað var, at vit skjótast gjørligt svarar teirra fyribils eftirlitsfrágreiðing. Tá Rosselkhoznadzor fær svarið, verður vent aftur til, hvussu arbeitt verður víðari. Herundir var nevnt, at arbeiðast skal við, hvussu vit fáa atgongd til ta russisku elektronisku sporførisskipanina, ið svarar til elektronisku sporførisskipanina hjá ES, kallað TRACES.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at á fundinum í Ruslandi luttóku Evgenij Nepoklonov, russiski landsdjóralæknin og varaleiðari á Rosselkhoznadzor, Vasilij Lavrovskij, leiðari fyri altjóða eftirlitsarbeiðið í Rosselkhoznadzor. Aftrat teimum vóru vóru tríggir aðrir serfrøðingar.