Taiwan um umstrídda vitjan: 21 kinesisk herflogfør á flogi

18 jagaraflogfør eru millum tey 21 flogførini frá loftverjuni hjá Kina, sum sambært ráðharrastovu eru í taiwansku loftverjusonuni

 

Vitjanin hjá Nancy Pelosis í Taiwan hevur fingið Kina at hótta við »ógvusligum reaktiónum«. Stut eftir at hon var lend í Taipe, boðaði Kina frá, at landið fór undir hernaðarvenjingar í økinum kring oynna. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

21 kinesisk hernaðarflogfør eru í dag flogin inn í loftverjusonuna hjá Taiwan. Tað skrivar taiwanska verjumálaráðið á Twitter, og tað hendir eftir amerikonsku vitjanina.

Sambært ráðnum eru 18 av teimum 21 kinesisku flogførunum eru jagaraflogfør. Tvey eru flutningsflogfør, meðan tað síðsta er eitt ávaringar- og verjuflogfør.

Flogførini flugu inn í útsynningspartin av loftverjusonuni hjá Taiwan í dag, skrivar ráðið.

Hendan sonan er størri enn loftrúmi hjá Taiwan. Hon fevnur um eitt øki, sum umskarar fotverjusonuna hjá Kina og eisini umfatar nakað av kinesiska fastlandinum, skrivar tíðindastovan AFP.

Stutt undan hevði Kina sagt, at tað fóru at vera »hernaðarliga operatiónir« kring oynna.

Taiwan fordømir hvassliga hernaðarvenjingina.

Við venjingunum royndir Kina at hótta týdningarmestu havnir og býir í Taiwan, verður sagt í boðunum frá taiwanska verjumálaráðnum.

Vápnaðu deildirnar hjá Taiwan hava økta tilbúgving, leggur ráðið afturat, sum heldur, at stóra hernaðarvenjingin hjá Kina hevur sum endamál at leggja sálarligt trýst á fólkið í Taiwan.

Verjumálaráðið heitir á fólkið til ikki stúra spentu støðuna.

Hernaðarkommandoin í Kina hevur boðað frá, at tey longu í kvøld lokala tíð fara undir hernaðarvenjingarnar kring Taiwan.

Boðini komu, beint eftir at Nancy Pelosi, sum er forkvinna í Umboðsmannatinginum í USA, kom á vitjan í Taiwan.

Hon lendi við einum hernaðarflogfari á flogvøllinum í høvuðsstaðnum Taipei stutt fyri klokkan 16 okkara tíð í dag.

Vitjanin hevur ført til vreiði í Kina, sum sær Taiwan sum eina útbrótaralandslut, sum av røttum hoyrir undir Fólkalýðveldið Kina.

Kina metir eina diplomatiska vitjan sum eina provokatión og eina blástempling av Taiwan – beint ímóti ynskjum hjá Kina.

Umframt tey 21 kinesisku hernaðarflogførini, sum vóru í loftverjusonuni hjá Taiwan í kvøld, hevur Kina fleiri herskip nærindis óalmenna markinum millum tey bæði økini. Tað sigur ein kelda fyri Reuters.

 

##med2##

Fýra amerikonsk krígsskip liggja í farvatninum eystan fyri Taiwan. Flotin hjá USA lýsir tað sum eina »rutinuinnseting«.

Stutt eftir at Pelosi var komin til Taipei, lýsti uttanríkisráðið í Taiwan vitjan hennara sum »botnsterkan« stuðul úr USA.

Vitjanin »fer at styrkja tøttu og vinarligu bondini millum Taiwan og USA og fer at føra til sterkari alheims samstarv millum báðar síður«, segði ráðið.

 

/ritzau/

 

 

 

Vitjanin hjá Nancy Pelosis í Taiwan hevur fingið Kina at hótta við »ógvusligum reaktiónum«. Stut eftir at hon var lend í Taipe, boðaði Kina frá, at landið fór undir hernaðarvenjingar í økinum kring oynna. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix