Tak yvir høvdið

Tað eru mong ung við mær, ið ynska okkum eitt tak yvir høvdið. Men hettar er tíverri, ein stórur trupuleiki í okkara kommunu. Sjálvur haldi eg tað vera langt úti, at ein rættur sum hesin, skal verða ein slíkur trupulleiki. Hettar kemur uttan iva av tí, at okkum vantar eina rødd í býráðnum, ið kann tosa okkara søk í hesum málið.

 

Jóhan Petur Johannesn

Valevni sambandsflokksins


Tað er ein sannroynd, at vit hava ikki verið serliga góð at skipa ein íbúðarpolitikk. Tí er tað uppá tíðina, at vit setta okkum niður og orða ein slíkan politikk, har málið ikki snýr seg um at fáa sum mest av pengum burturúr byggjaríði, men um trivna hjá sær sjálvum, og hjá okkum øllum.

Tí fari eg at virka fyri:

? Eldraíbúðum

? Leiguíbúðum

? Felgasbyggjing t.v.s at fólk kunnu byggja íbúðir/hús í felag

? Fleiri útstykkingum


Lat meg til seinast nevna, at eg sum liberalur meini tað vera ein rætt, at hava fleiri valmøguleikar, tá ið tað ræður um bústaðarviðuskifti,


? At fólk ikki skulu stúra fyri aldurdóminum, tí at húsini eru ov stór, meðan tey ikki kunnu fara nakra aðra staðni at búgva.

? At tey, ið ikki vilja seta seg í stóra skuld, skulu hava møguleikar at leiga, til tey hava ráð at fáa sær sítt egna.

? At um fólk ynskir felags byggjing, tað verði seg tvíhús ella raðhús, skulu tey hava møguleika at keypa grundstykki fáa kommununi.

? og tey ið ynskja sær sítt egna skulu eisini kunna keypa eitt grundstykki.