Tað ber í dag bert til at gjalda ferðaseðil við gjaldskorti umborð á Smyrli og á leið 300, sum er bussleiðin til flogvøllin.
Tað merkir við øðrum orðum, at fólk, ið ferðast á hinum rutunum hjá Strandferðsluni, mugu í eina peningaautomat at taka pening út, fyri at kunna gjalda fyri ferðaseðilin.
Stjórin á Strandferðsluni, Bogi Mortensen, sigur, at tey kanska hava verið ov siðbundin, men at tað í løtuni verður arbeitt við einari smidligari gjaldsskipan. Hendan skipan skal verða galdandi fyri øll skip hjá Strandferðsluni.
Bogi Mortensen dugir ikki at siga, nær hendan skipan verður klár at seta í verk, men væntar einaferð í ár.
Portalurin hevur kannað hjá Vinnudeildini hjá Føroya Tele, hvat skal til reint tekniskt at fáa eina visakort terminal at virka, og haðani verður sagt, at tær bert krevur eitt sim-kort.
Ein visakort terminalur kostar undir 10.000 krónur og virkar stórt sæð allastaðni, har fartelefonsamband er, verður sagt av Vinnudeildini hjá Føroya Tele.