Frammi við Mjáuvøtn hava menn seinastu dagarnar tikið flag av einum friðaðum øki. Flagið skal brúkast til húsateking.
?Tað er ikki loyvt, sigur sýslumaðurin í Vestmanna, og biðið er heldur ikki um loyvi. Festarin hevur fingið átalu fyri grevsturin.
Tað er á einum festi hjá Jarðarráðnum, at grivið er. Hetta er komið fyri fyrr, sigur Ivan Klein Olsen, Streymoyar sýslumaður. Einki mál er tó reist í hesum sambandi, men festarin hevur fingið at vita, at tað má ikki endurtaka seg.
Økið er friðað, men kann tó veltast til landsbúnaðarendamál, greiðir sýslumaðurin frá. Men í hesum førinum er talan um tilfar til húsabygging, og húsabygging er als ikki loyvd á økinum. Tó eru loyvi givin til at byggja hús á økinum, sum bygd verða í beinleiðis sambandi við landsbúnað. Sum til dømis seyðahús, sigur sýslumaðurin.
Friðingin merkir, at ikki er loyvt at taka sand, eyr, mold, ella á annan hátt órógva djóra- ella plantulív á økinum. Alt skal liggja í sinum nátúrliga uppruna og ikki órógvast av mannaávum.
Tá flag verður tikið, verður samstundis órógvað, hóast tað, at tað ivaleyst skjótt grør aftur, ásannar sýslumaðurin.
Hetta økið við vøtnini hevur fyrr verið í brennideplinum í samband við náttúrufriðing. Seinast var, tá grivið varð á sandinum niðanvert Leynavatn uttan loyvi frá friðingarnevndini. Tá vórðu boð givin um at leggja grevsturin aftur.