Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur samtykt at brúka 2,1 miljón krónur til at taka grót upp úr innsiglingini í Skopun.
Samtykt er, at pengarnir skulu takast av játtanini til vegir og flytast til játtanina til havnir.
Á havnajáttanini gera 2,1 miljónir krónur góðan mun, tí tann játtanin er bara 5,4 miljónir krónur frammanundan og veksur sostatt næstan 40 prosent av flytingini.
Hinvegin er játtanin til nýggjar landsvegir 64,1 miljónir krónur í ár, so har eru tað bara góð trý prosent, sum skulu av kontuni.
Tað er J&K Petersen, sum skal gera arbeiðið í Skopun, og tað skal verða liðugt í september.
Í løtuni liggur flaki við maskinu í havnini í Skopun, og líkt er til, at J&K Petersen eru klárir at fara í gongd.