TÁ Sosialurin hátíðarhelt sín 70 ára stovningardag í fjør varð sagt frá, at leiðslan á blaðnum umhugsaði at taka stig til ikki at loyva dulnevndum lesarabrøvum í blaðnum. Tíðin nú er búgvin til at taka hetta stigið fult út. Frá í dag verða dulnevnd lesarabrøv ikki longur at síggja í Sosialinum. Fyri at fáa brøv ella viðmerkingar við í blaðið skal fult navn undir. ViÐ hesi avgerð bróta vit ein aldargamlan sið. Og tí verða tað helst nøkur, sum ikki fegnast við okkum um hesa avgerð. Tað verður harvið. Vit halda, at tíðin er búgvin til, at ikki bert vit, men eisini øll onnur bløð taka hetta stigið. Vit kunnu so bert vóna, at onnur fylgja í hesi slóð.
VIT gera hetta fyrst og fremst fyri at hækka støðið í bløðunum. Hetta fer so eisini at gera tað almenna orðaskiftið meira sakligt. Nógv av tí, sum í dag verður skrivað undir dulnevni, er slíkt, sum als ikki átti at komið á prent. Bløðini eiga ikki at leggja navn til briksl og baktalan og niðurgerðing av øðrum tað verið seg persónum, stovnum, feløgum osfr. Og taðer nettup hetta, sum oftani sermerkir lesarabrøvini. Av tí at fólkini, sum skriva, sleppa undan at seta sítt navn undir, halda tey, at bløðini kunnu brúkast sum teirra ?ruskspann?. Tað er rætt, at tað verður roynt at skilja tað ringasta frá, men hetta er ikki nøktandi í longdini. Ein menning av føroyskari pressu og harvið samfelagskjakinum, má bera í sær, at dulnevndu sjónarmiðini ikki sleppa framat. Tá er meira mansligt og ærligt at festa eina meining á blað og seta sítt navn undir.
TAÐ eru sjálvandi tey, sum eru ósamd við okkum í hesum. Og tað skulu tey hava loyvi til. Men tá hesi siga, at nettup møguleikin at siga sína hugsan uttan at skula ?útlevera? seg sjálvan er einasta høvið hjá tí meiniga manninum at kunna seta seg upp ímóti órættvísi, eru vit ikki samd. Uppá longri sikt er tað best fyri allar partar, at tann, sum hevur hevur eina meining um nakað, torir at leggja navn til. Eru tað tá viðurskifti, sum viðkomandi kortini ikki vilja hava sín persón við í, eigur og skal bera til hjá miðlunum at taka hesi upp til viðgerðar í blaðnum. Sosialurin bjóðar sær til at taka mál upp, sum lesarin ynskir at vit umrøða, uttan at hansara navn skal vera tengt at tí. Vit vilja - sjálvandi eftir førimuni - gera eitt professionelt arbeiði fyri at fáa lýst tykkara ivamál, vandamál ella hvat tað nú skal vera. Harvið fáa vit eisini lýst eitt mál frá fleiri síðum. Vit kunnu entá fáa móttakaran av einum dulnevndum lesarabrævi, sum ikki svarar dulnevndum aftur, til tvørturímóti at stíga fram í uppsøkjandi blaðgrein.
ÁLVARATOS - hví ikki spæla við opnum kortum? Hví krógva seg, tá okkurt skal sigast við og um onnur? Tey dulnevndu lesarabrøvini eru við til at halda tí almenna orðaskiftinum á einum sera lágum støði, ja oftani so lágum, at endamálið við at koma fram við eini meining dettur á gólvið, tí móttakarin als ikki vil hirða at svara aftur uppá slíkt. Tað ræður um at fáa júst tey, sum eru skjótiskivan í einum dulnevndum lesarabrævi, at stíga fram alment. Tað kann gerast við at seta navn undir brævið ella at lata eitt blað taka málið upp.
TAÐ verður onkuntíð fýlst at, at støðið í orðaskiftinum í Føroyum er undir alt lágmark. Her fáa politikararnir skotið nógv í skógvarnar. Kanska vit á fjølmiðlunum eisini skulu taka í egnan barm, kanska eru vit við til at varðveita orðaskifti á slíkum støði við at loyva dulnevndu lesarabrøvunum! Og kanska vit við at banna hesum kunnu vera við til at fáa eitt betri, meira opið og ærligt samfelag. Sigast kann um dulnevndan brævskrivara, at hann er feikur ikki at lata tann, ið hann leypir á, vita hvør hann sjálvur er. Tá hugsað verður um, hvussu ávísir persónar, bólkar ella entá blaðstjórar gjøgnum tíðina, hava brúkt henda dulnevnda lesarabrævamøguleika til at marknaðarføra sín egna boðskap - uppá bekostning av øðrum: pensionistur, , heimagangandi, sjómaður osfr., kann hetta eisini útleggjast sum reindyrkað manipulatión og misbrúk av tí skrivaða orðinum. Sosialurin ásannar, at hetta hoyrir ikki eini nútíðar pressu til longur. Vit taka tí í egnan barm og steðga teimum dulnevndu.