Samgongan er nú farin at leita eftir pengum fyri at fíggja ætlaða skúladepilin í Marknagili.
Og í tí sambandinum verða allir steinar vendir.
Sjálvur vil Bjørn Kalsø ikki siga nakað um smálutir.
Men frá øðrum keldum í samgonguni fáa vit at vita, at allir møguleikar verða troyttir, eisini møguleikar, sum ikki fyri rætthugsandi politikarar.
- Ein møguleiki, sum samgongan umhugsar, er at gera Skúladepilin í Marknagili til ein sjálvsognarstovn.
Hesin sjálvsognarstovnurin fær sostatt heimild at taka lán til byggingina.
Samstundis skal sjálvsognarstovnurin so fáa eina játtan á fíggjarlógini um árið, til rentur, avdráttir og rakstur.
Hetta er ein máti at drýggja íløguna, so at hon ikki fer avstað við so stórum bita á fíggjarlógini hesi næstu trý-fýra árini.
Heldur kann skúlin so rindast aftur við smærri játtanum hesi næstu 20-30 árini.
Hetta er ein fíggingarháttur, sum ikki er ókendur í Føroyum.
Eitt nú er Tekniski Skúli í Havn ein sjálvsognarstovnur.
Men nógvum politikarum hóvar ikki hendan fíggingarháttin, tí tey halda fast um, at tað kann verða ein glíðibreyt, sum kollsiglir samfelagið.
Politikarar, sum eru ímóti slíkum alternativum fíggingarhættum, halda fast um, at fíggjarlógin skal avspegla allar inntøkur og útreiðslur hjá landinum og tískil skulu allar íløgur rindast so hvørt, tær verða gjørdar.
LES EISINI GREININA: Samgongan samd um at halda fram í Marknagili